University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
northtonorth.png
Brynhild Thomsen
27.12.2019
Setrið Altjóða Skrivstovan

Fíggjarligur stuðul frá north2north

Nú er aftur møguleiki hjá lesandi, granskarum og øðrum starvsfólki á Setrinum at søkja um fíggjarligan stuðul til kanningarferðir, skiftislestur o.a. í 2020 frá north2north-skipanini


North2north er ein lítil mobilitetsskipan í UArctic-samtakinum, sum er stytting fyri The University of the Artic.

UArtic fevnir um universitet í arktiskum londum og í danska ríkinum, sum samstarva um útbúgving og gransking í arktiska økinum.

Les meira um UArtic-samstarvið her. 

Nærri kunning um stuðul frá north2north er her.

Nærri kunning til starvsfólk (undirvísarar, granskarar og starvsfólk í fyrisitingini) er her.

Freistin at søkja stuðul er 15. februar 2020, og tey, sum hava áhuga, kunnu venda sær til Altjóða Skrivstovuna á Fróðskaparsetri Føroya. Samband fæst við at skriva teldupost til ask@setur.fo.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

  2. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar: Umsóknarfreist 25/9 klokkan 12:00

  3. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia