18.10.2013
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fingu einans 32 toskar á Føroyabanka

Tað var samlaða veiðan av toski, sum Magnus Heinason fekk í 29 hálum teir 5 dagarnar, hann gjørdi yvirlitstrolingar á Bankanum í september mánað í ár.


Í vekt var samlaða veiðan av toski 347 kg. Hetta svarar til eina miðalveiðu, ið er 12 kg fyri hvønn fiskitíma, sum er ein minking uppá 51 % samanborið við veiðuna í fjør, tá samlaða veiðan av toski í heyst-yvirlitstrolingini var 703 kg. Støðan hjá toskinum á Bankanum er sostatt sera vánalig. Og hon bara versnar, og nú kunna toskarnir skjótt teljast á einari hond.

Toskurin er feitari
Tað er tó at fegnast um, at toskurin henda túrin var 10% feitari enn fyri einum ári síðani. Hetta sæst, tá hugt verður at konditiónsfaktorinum. Konditiónsfaktorurin er eitt lutfall ímillum vekt og longd á fiskinum, og sigur okkum, hvussu feitur fiskurin er. Hægri hetta talið er, feitari er fiskurin. Miðalkonditiónsfaktorurin hendan túrin var 1,17, sum er 9,7% hægri enn í fjør, tá konditiónsfaktorurin var 1,07.

Nøgdirnar av hýsu og upsa minka eisini
Tað stendur ikki bara illa til við toskinum á Føroyabanka. Tað er eisini sera lítið til av hýsu og upsa. Miðalveiðan av hýsu hendan túrin var 36 kg pr. fiskitíma, móti 27 kg árið fyri. Hetta er ein vøkstur uppá 36%, samanborið við 2012. Samlaða veiðan av upsa var 78 kg, sum svarar til 3 kg fyri hvønn fiskitíma. Hetta er 82% minni enn upsaveiðan í 2012.

Hóast minking í upsaveiðuni, kunna vit tó fegnast um, at upsin var eitt vet feitari í ár enn fyri einum ári síðani. Miðalkonditiónsfaktorurin hjá upsa var 0,3% hægri hendan túrin. Hýsa var tó 1,2% klænri enn fyri einum ári síðani.

 

Les alla frágreiðingina her.