University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Finsk vitjan á Føroyamálsdeildini
Annika Sølvará
25.05.2007
Føroyamálsdeildin

Finsk vitjan á Føroyamálsdeildini

Tað eru ikki nógv, ið vita tað, men í Finnlandi ber til at lesa føroyskt. Tað er “Institutionen för nordiska språk och nordisk litteratur” á fróðskaparsetrinum í Helsinki, ið millum annað hevur skeið í føroyskum. Hetta skeiðið snýr seg bæði um føroyskt mál, føroyskar bókmentir og føroyska mentan og samfelag.


Tað er ein fyrrverandi nordplus-lesandi, Martina Huhtamäki, ið stendur fyri skeiðnum. Hon byrjaði á einum summarskeiði í føroyskum, men valdi so at koma aftur til Føroyamálsdeildina gjøgnum sonevndu Nordplus-skipanina. Og nú er hon so lærari í føroyskum. 


Stórur áhugi fyri føroyskum 
Skeiðið í føroyskum er nógv umbiðið, veit Martina at siga.

- Í ár vóru 40, ið høvdu valt skeiðið, men tíverri var einans møguligt at taka 18 upp, greiðir hon frá. 

- Men tað eru so bara 9 við í ferðalagnum til Føroya.

Tey sita við eitt borð í Loftstovuni á Føroyamálsdeildini, har Sólfinn Hansen, PhD-lesandi ger seg til reiðar at halda ein fyrilestur um kvæði og kvæðasiðvenjur í Føroyum. Øll kring borðið í Loftstovuni eru kvinnur, so fordómarnir um at hugvísindalig fak eru vorðin kvinnufak verða so dyggiliga staðfestir... líka til ein einstakur maður kemur og setur seg við borðendan.

Víst runt á Setrinum
Fyrilesturin hjá Sólfinn Hansen er seinasta punktið á skránni hjá finska ferðalagnum. Tey koma beint frá eini rundvísing á stovninum, ið sjálvur rektarin, Jóan Pauli Joensen, hevur tikið sær av. Hann hevur eisini hildið ein stuttan fyrilestur um Grindadráp. Dagin fyri hava tey hoyrt fýra aðrar fyrilestrar frá Maluni Marnersdóttir, Turið Sigurðardóttir, Jógvani í Lon Jacobsen og Firouz Gaini.

- Nú hava vit so frí restina av degnum, greiðir Martina Huhtamäki frá. 
- Men í morgin fara vit norðureftir við bussi, til Gøtu og til Gjáar, sigur hon við sínum nærum perfekta føroyska máli. 

Fróðskaparsetur Føroya ynskir teimum ein framhaldandi góðan túr í Føroyum og eina góða ferð heimaftur til finska høvuðsstaðin.

www.helsinki.fi/nordica/ 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum