20.11.2015
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Finskt á Føroyamálsdeildini

Í hesum døgum er eitt skeið í finskum á Føroyamálsdeildini


Hesa vikuna og næstu viku skipar Føroyamálsdeildin fyri einum skeiði í finskum fyri studentar á framhaldinum. Hetta er fyrstu ferð, at deildin bjóðar út eitt skeið í finskum sum lestrarevni á tí valfría partinum. Talan er um eitt intensivt skeið, har studentarnir fáa undirvísing í 15 tímar, men eftir tað skulu teir lesa finskt sum sjálvlestrarevni við vegleiðing frá læraranum. Próvtøkan verður á vári 2016. Lærari á skeiðinum er danin Kim Sandvad West, sum er ph.d.-lesandi í Finnlandi.

Finskt er eitt mál, sum verður tosað í Norðurlondum, men tað er ikki eitt norðurlendskt mál. Orsøkin til at finskt ikki verður roknað sum eitt norðurlendskt mál er, at tað hevur annan uppruna enn tey norðurlendsku málini.  Finskt hoyrir til ta finsk-ugrisku málættina, meðan tey norðurlendsku málini hoyra til ta indoevropeisku málættina.

Typologiskt eru finskt og føroyskt tí heilt ólík mál. M.a. hevur finskt nógv fleiri føll enn føroyskt hevur, og tí nýta finnar føll, har ið føroyingar og aðrir norðurlendingar nýta fyrisetingarheildir til at lýsa grammatiskar samanhangir. Vit kunnu taka eitt dømi: Tá ið vit á føroyskum skulu lýsa viðurskiftini millum ein kassa og tað, sum er í kassanum, nýta vit fyrisetingina í. Men tað gera finnar ikki. Í staðin fyri seta teir eina bendingarending upp í orðið kassa. Tað, sum á føroyskum, eitur í kassanum, eitur tí á finskum kassissa

Við at taka eitt skeið í finskum kunnu okkara studentar fáa innlit í eitt mál, sum landafrøðiliga ikki liggur so langt frá okkum, men sum typologiskt umboðar eitt heilt annað slag av máli. Hjá studentum, sum hava málvísindaligan áhuga, er eitt slíkt skeið tí sera áhugavert.