University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
firouz3.jpg
Martin N. Simonsen
06.09.2019
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Firouz Gaini nýggjur útbúgvingarleiðari

Firouz Gaini er nýggjur útbúgvingarleiðari á bachelorútbúgvingini í Sosialvísindum og samfelagsplanlegging á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Firouz er professari í antropologi og hevur undirvíst á Námsvísindadeildini (2007-2012) og Søgu- og Samfelagsdeildini (2015-) í mong ár. Eisini hevur hann undirvíst á altjóða ‘Childhood Studies’ masterútbúgvingini á NTNU í Tróndheim (2013-2015).

Hann hevur verið virkin granskari síðan síðst í nítiárunum. Undirvísingin umfatar m.a. hesi evni: antropologi, sosiologi/sosialvísindi, barna- og ungdómsgransking, smá oyggjasamfeløg, vísindaástøði og kvalitativ háttaløg.

Gaini tók við starvinum hin 1. august 2019.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Álvur Haraldsen 260526 0161 (1)

    UArctic Congress 2026: Ljómandi veitsla í Tórsgøtu

  2. Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 53

    ES-kommisserurin á UArctic: - Hetta er órættvíst!

  3. Martin Tvede Zachariasen Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 40

    UArctic Congress 2026 sett