Annika Sølvará
12.12.2007
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Firouz Gaini vart ritgerð á Søgu og Samfelagsdeildini

Tann 11. desember vardi Firouz Gaini Ph.D. ritgerð á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Andmælingarnir vóru Beinta í Jákupsstovu frá Høgskolen i Molde, Finnur Magnusson frá Malmö högskola og Gestur Gudmundsson Kennaraháskóli Íslands.


Fitt av fólki var til verjuna, sum endaði við, at metingarnevndin kunngjørdi, at Firouz Gaini hevði staðið verjuna. Hann fekk síðani handað Ph.D. prógvið

Ph.D. ritgerðin hevur heitið Ungdómur. Miðlar, mentan & seinmodernitetur í Føroyum. Endamálið við ritgerðini hjá Firouz er at lýsa og greina mentanarliga samleikan hjá teimum ungu í Føroyum í dag. Hesin samleiki er samansettur av lokalum og globalum stílum og siðum, og at hetta er nakað, ið eyðkennir seinmodernitetin, ið hevur sett sín dám á føroyska samfelagið síðan umleið 1990. Firouz skrivar, at “føroyskur ungdómur livir í einum opnum, framkomnum og miðlaríkum samfelagi, ið stendur í eini skiftistíð, har kjakast verður um virðir og normar, ið ymiskir samfelagsbólkar knýta seg til”. Málið er at seta gongd á føroyska ungdómsgransking við at geva eina heildarmynd av ungdómsmentanini, og serliga upplivingar hjá teimum ungu í skúla og frítíð, teirra brúk av nýggjum miðlum, og hvat tey hugsa um familjulív og trúðarlív o.s.fr.
 
Ritgerðin gevur eitt innlit í evnið føroysk ungdómsmentan í einari rembingartíð millum tað siðbundna samfelagið og okkara seinmodernaðu samfelagsstøðu. Teksturin er upplýsandi og til tíðir hugtakandi lestur. Hetta er ein frískur og spennandi íblástur, tí mentanarligar skipanir av samfeløgum sum líkjast tí føroyska, verða sjáldan lýstar í granskingarhøpi. Ritgerðin kann metast sum eitt íkast til gransking um lívsstílar, modernitet og globalisering. 

Firouz hevur savnað og greinað tilfar um gerandisdagin hjá føroyskum ungdómi í dag, og um hvat tey hugsa og meina um sítt lív og sína framtíð. Nú er spakin settur í fyri framtíðar ungdómsgransking í Føroyum. Haraftrat hevur hann savnað ein óvanliga breiðan bókmentalista, sum ger hesa ritgerð til eitt slag av encyklopediskum íkasti til gransking av føroyskum samfelagsbroytingum í modernaðari tíð.

Granskingin hevur verið stuðlað av Granskingarráðnum.