16.04.2013
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fiskapeptidir - verja mannaættarinnar móti lívshóttandi smáverum

Fiskar framleiða ymisk lívvirkin peptid, ið kunnu týna bakteriur, soppar, fleiri sløg av virus eins og sníkar ella parasittar.


Smáverutýnandi fiskapeptidir funnin

Hesi smáverutýnandi náttúrligu evni eru funnin í ellivta tíma, tí talið av margdrøggmótstøðuførum og sjúkuelvandi bakterium veksur alsamt, og vit menniskju standa meiri og minni hjálparleys yvir fyri hesum máttmiklu og mannvándu smáverum.

 

Fiskar hava sterka immunskipan
Fiskar liva í ymiskum vistfrøðiligum umhvørvum og eru tí í vanda fyri at verða smittaðir við alskyns sjúkuelvandi bakterium, virussløgum, soppum og sníkum ella parasittum. Teir hava tí í milliónir av árum ment eitt sterkt órininkervi, sum virkar skjótt og væl. Ein týðandi partur av hesi verjuskipan tykist vera antimikrobiskar peptidir. Fleiri djór og plantur eru áður kannaði, men fiskur er lutfalsliga nýliga vorðin rannsakaður fyri smáverutýnandi peptidir. Ein bólkur av slíkum antimikrobiskum peptidum, ið er evnafrøðiliga kannaður uttanlands, kallast piscidinir.

 

Álvarslig bakteriuhóttan
Økingin av ymsum sløgum av drepandi margdrøgg mótstøðuførum bakterium bara veksur. »Tað er heilt óhugnaligt, hvussu skjótt bakteriur gerast mótstøðuførar móti antibiotika« sigur Dr. Danilo Lo Fo Wong, ið er royndur ráðgevi hjá WHO (World Health Organization). Hesar umfata ymisk sløg av salmonella steyr-bakterium, tuberklabasillum og E. coli bakterium. Hóttanin er so stór, at bretski heilsustjórin, Dame Sally Davies, fleiri ferðir hevur greitt limunum í bretska parlamentinum frá, at bakteriu-hóttanin má skrásetast á landsins tjóðarlista við borgaraundantaksstøðum.

 

Les grein hjá Hóraldi Joensen, lektari á Náttúruvísindadeildini, sum hevur staðið í Vikuskiftisblaðnum:

Fiskapeptidir verja mannaættarinnar móti lívshóttandi smáverum