University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
“Fjarlestur – frá topp 16 til 100 hægri útbúgvingar í Føroyum – er tað møguligt?”
04.03.2013
Náttúruvísindadeildin

“Fjarlestur – frá topp 16 til 100 hægri útbúgvingar í Føroyum – er tað møguligt?”

Hóskvøldið 7. Mars kl. 19.30 bjóðar Fróðskaparsetur Føroya til Seturskjak á Østrøm við evninum: “Fjarlestur – frá topp 16 til 100 hægri útbúgvingar í Føroyum – er tað møguligt?”


Alt fleiri universitet bjóða nú útbúgvingar og skeið síni umvegis internetið, soleiðis at útbúgvingartilboðini gerast støðugt meiri spennandi fyri tey lesandi, sum annaðhvørt ikki ynskja ella kunna brúka alla sína lestrartíð í universitetsbýum uttanlands. Ja, skjótt eru føroyingar í Føroyum kanska ikki meira avskornir frá fjølbroyttum útbúgvingartilboðum, enn lesandi í t.d. Keypmannahavn, Reykjavík ella London.

Sagt verður at alheims útbreiðslan av dygdargóðum internet gevur lesandi fólki veksandi atgongd og líkarætt til upplýsing og vitan, men hví so ikki til útbúgving eisini?

Tó, hvat skal til fyri at hetta skal gerast veruleiki, og hvussu er støðan í dag? Hvørjar royndir hava vit longu gjørt okkum við fjarlestri í Føroyum?  Hvørjar eru avbjóðingarnar, og hvørjir eru  menningarmøguleikarnir fyri fjarlestri? Og forðar fjarlestur fráflyting, um fleiri útbúgva seg í Føroyum umvegis fjarlestur?

Hesi evni vera lýst við framløgum frá Hannes Gislason og Petur Zachariassen frá Náttúruvísindadeildini, Fróðskaparsetur Føroya, og Ainu Knudsen, sum er limur í distans netverkinum undir N.V.L. (Natverk fot Vuxnas Larandi).

Síðani luttaka Hannes Gislason, Petur Zachariassen og Aina Knudsen í panelkjaki saman við Terja á Lakjuni frá Studna, umframt Jóannis Iversen og Leif Láadal, sum eru lesandi og fjarlesandi innan ávikavist KT-verkfrøði og miðlafrøði.

Seturskjakið byrjar sum nevnt klokkan 19.30 og er sett at vara til kl. 21, tá vit bjóða kaffi og smákøkur og har fólk fær høvi til at práta víðari.

Øll eru vælkomin.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025