11.03.2013
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fjarlestur, framtíð og fólkavøkstur

Fitt av fólki hevði leitað sær oman á Østrøm seinasta hóskvøld til Seturskjakið, har evnið var “Fjarlestur – frá topp 16 til 100 hægri útbúgvingar í Føroyum – er tað møguligt?”


Hesa ferð skipaði Náttúruvísindadeildin fyri Seturskjakinum við Kára Mikkelsen sum orðstýrara.

Byrjað varð við trimum  framløgum:

Hannes Gislason, professari, PhD, og deildarleiðari á Náttúruvísindadeildini legði fyri. Hann greiddi frá ymsum fjarlestrarleistum og um royndir við fjarlestri í føroyskum høpi, m.a. hvussu ein munandi partur (30%) av útbúgvingini í KT-verkfrøði á Setrinum er skipaður við fjarlestri frá svenska Mittuniversitet. Hannes metti, at øktur fjarlestur kann fáa ein avgerandi leiklut fyri framtíðarmenning av útbúgvingum í Føroyum, herundir vera við til at minka um fráflytingina.

Aina Knudsen, sum er limur í Nätverk fot Vuxnas Lärande, (NVL), greiddi í síni framløgu frá teimum møguleikum, sum hetta netverk hevur, bæði í Norðurlondum sum heild, men eisini fyri føroyska samfelagið. Eitt nú vísti hon á royndir við fjarlestradeplum, sum veita luttakarunum tænastur sum hølir og “facilitering”, har tey kunnu hitta onnur fjarlestralesandi.

Petur Zachariassen, lektari á Náttúruvísindadeildini, vísti á broytingar innan læring og útbúgving, sum fjarlestur og tøkni hava havt við sær seinastu árini, m.a. hvussu lærustovnar bjóða skeið og undirvísingartilfar til allan heimin. Hann vísti á rákið viðvíkjandi eitt nú fjølbroytni og opinleika, sum væntandi kemur at mynda fjarlesturin komandi árini.

Síðani varð víst eitt video-innslag við Eydnu Skaale, lesandi, har hon hugleiddi um fjarlestur. Hon metti serliga, at fjarlestur hevur týdning fyri tey, sum antin ikki vilja ella ikki hava umstøður fyri at lesa uttanlanda. Dentur má leggjast á at tryggja góðskuna av útbúgvingunum, eins og tað er alneyðugt at fáa eina stuðulsskipan fyri fjarlestur.

Í panelinum vóru Leif Láadal, sum er journalistlesandi gjøgnum netið og Jóannes Iversen, sum er KT-verkfrøði lesandi, partvíst gjøgnum fjarlestur á Náttúruvísindadeildini. Báðir hava góðar royndir av fjarlestri og mettu góðskuna at vera á minst líka høgum støði sum onnur undirvísing. Eisini vóru teir samdir um, at fjarlestur er serliga væl egnaður til teknisk skeið, meðan skeið, har kjak er ein størri partur, vísa seg at hava størri trupulleikar. Væntandi kann ein komandi menning av skipanunum betra um hetta.

Eisini varð panelið umboðað av Terja á Lakjuni frá Studna. Hann tosaði serliga um stuðulsmøguleikar í Norðurlondum, har Danmark og Finnland í løtuni ongan stuðul lata til fjarlestur, meðan tað í Íslandi er møguleiki fyri lestrarláni. Bæði í Norra og í Svøríki eru stuðulsmøguleikar fyri fjarlestri, sum er innanlendis. Fyri Føroyar finst í løtuni ongin stuðulsmøguleiki, men arbeitt hevur verið við at finna loysnir, eitt nú í einum áliti frá desember 2010, sum Mentamálaráðið lat gera.

Gott kjak varð eisini, har millum annað møguleikin fyri at seta á stovn fjarlestrardeplar, eftir sama leisti sum arbeitt verður við suðuri í Vági, vórðu nevndir. Eisini sóu fleiri Setrið sum ein viðspælara í hesum samanhangi.