University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Fjarundirvísing fyri útlendingar
05.02.2015
Føroyamálsdeildin

Fjarundirvísing fyri útlendingar

Nú byrjar fjarundirvísingin aftur fyri útlendingar, ið vilja læra føroyskt.


Á Føroyamálsdeildini verður skipað fyri fjarundirvísing fyri útlendingar í tíðarskeiðnum frá februar 2015 og tríggjar mánaðir fram. Skeiðið telur 10 ECTS, og til ber at taka Faroese for Foreigners I og Faroese for Foreigners II. Undirvísingin verður soleiðis, at tey lesandi fara at hava 9 klassatímar; restin er fjarundirvísing. Í fjarundirvísingini fáa tey lesandi hvørja viku uppgávur, sum tey skulu gera og lata inn.  Uppgávurnar byggja á bókina: Faroese. A Language Course for Beginners. Uppgávurnar, sum eru í teirri bókini, eru settar inn í lærupallin Moodle, og har skulu tey lesandi so loysa tær. Afturat hesum verða aðrar uppgávur, ið tey lesandi skulu gera. Hetta er triðja árið, at FMD bjóðar út slíka undirvísing, og er hon treytað av næmingatali. Í ár hava 12 teknað seg. Hesi skulu rinda 2500 krónur fyri skeiðið. Ábyrgd av skeiðnum hevur Hjalmar P. Petersen, og Lena Reinert fer at undirvísa og taka sær av at rætta uppgávurnar.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum