University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Fleirfamiljuarbeiði í Føroyum
21.10.2014
Námsvísindadeildin

Fleirfamiljuarbeiði í Føroyum

Í døgunum 29 – 30. september varð skipað fyri skeiði í fleirfamiljuarbeiði á Námsvísindadeildini. Stigtakari var Katrin av Kák, námslektari, og familjuráðgevar á familjuskúlanum í Gladsaxe kommunu skipaðu skeiðsdagarnar.


Endamálið við fleirfamiljuarbeiði er at økja um trivnaðin hjá børnum, sum hava serligar avbjóðingar ella trupulleikar í skúla ella í barnagarði. Serligur dentur verður lagdur á finna styrkirnar hjá einstøku familjuni og at nýta hesar til at nøkta ymisku tørvirnar hjá børnunum. Foreldur og børn eru allatíðina miðdepils í hesum arbeiði, og fleiri familjur í somu støðu arbeiða saman.

Royndir frá slíkum fyribyrgjandi arbeiði í Gladsaxe hava víst góð úrslit. Tað hevur víst seg, at hetta minkar um talið av børnum, sum mugu flytast heimanífrá í familjupleygu ella á stovn í longri ella styttri tíðarskeið.

Hugsjónin aftanvert fleirfamiljuarbeiði stavar frá Marlborough Family Center í London, og ein av høvuðstankunum í hesum arbeiði er, at fleiri familjur arbeiða saman til tess at tryggja tilgongdina og at læra av royndum og hugskotum hjá hvørjum øðrum.

Familjuskúlin í Gladsaxe kommunu hevur arbeitt eftir hesum leisti í 9 ár og hevur ment hendan arbeiðsháttin fleiri staðni í Danmark. Í 2010 skrivaðu tveir av familjuráðgevunum bókina Flerfamiliearbejde i teori og praksis.

Millum føroysku skeiðsluttakararnar vóru umboð fyri Familjudepilin í Almannaverkinum, Margarinfabrikkina, skúlar, sálarfrøðingur umframt lesandi á linjuni í sernámsfrøði á Námsvísindadeildini. Við skeiðslok vóru øll samd um, at tørvur er á at útbúgva fólk til at skipa slík tilboð í Føroyum.



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum