Hósdagin vóru ársins M.A. Jacobsens heiðurslønir givnar, og fleiri starvsfólk á Setrinum vóru millum móttakararnar (Foto: Tórshavnar kommuna)
13.10.2020
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Fleiri setursfólk fingið M.A. Jacobsen

Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2020 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi hósdagin í síðstu viku. Fleiri starvsfólk á Setrinum vóru millum móttakararnar

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fekk Lív Maria Róadóttir Jæger, sum er útbúgvingarsamskipari á Føroyamálsdeildini. Jógvan D. Hansen, sum undirvísir á Setrinum, varð heiðraður fyri mentanaravrik, og Hjalmar P. Petersen, professari í málvísindum, varð heiðraður fyri yrkisbókmentir.

Tvær barnamentanarheiðurslønir vórðu latnar í ár, onnur til Marjuna Syderbø Kjelnæs og hin til Rakel Helmsdal.

Yrkingasavnið hjá Lív

Lív Maria Róadóttir Jæger fekk heiðurslønina fyri sítt yrkingasavn, "Eg skrivi á vátt pappír".

Í grundgevingini sigur nevndin fyri M.A. Jacobsens virðislønirnar, at savnið hjá Lív er nýskapandi, bæði formliga og innihaldsliga.

"Heimurin er ein røð av upplivingarfyribrigdum, sum savnið greinar á poetiskan hátt gjøgnum ævisøguligar hendingar og lýsingar av náttúru, atburði og tannárum. Skrivingin er í miðdepli, har “tann skrivandi er ein onnur”. Summar yrkingar eru myndalýsingar, og summar sitera opið ommuna og aðrar yrkjarar. Á henda hátt fær savnið vítt útsýni, eins og tann gerandisligi málburðurin er fyltur við eyka merkingum og frábrigdum".

Mentanaravrikið hjá Jógvani

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2020 varð latin Jógvani D. Hansen, sum "á eyðskildum máli hevur megnað at bera fram djúptøknar og torgreiddar tilveruspurningar og etiskar tvístøður fyri einum breiðum skara", sum nevndin orðar seg.

"Í eini tíð, har náttúruvernd og burðardygd eru átrokandi evni, hevur Jógvan í síni miðlan sett opnar etiskar og samfelagsligar spurningar. Á tann hátt hevur hann fingið fram fjøltáttaðar heimspekiligar svarmøguleikar, sum hava givið okkum amboð og fortreytir at svara teimum mongu torgreiddu tilveruspurningunum, sum eyðkenna okkara samtíð".

Jógvan D. Hansen hevur gávumilt latið av síni vitan í eini ørgrynnu av sendingum í Kringvarpi Føroya. Eitt dømi av mongum er í sendingini Etos (myndin), har spurt varð, hvat er rætt og rangt, og um vit skulu ella kunna grundgeva við kenslum ella viti og skili.

Lurta eftir sendingini her.

Hjalmar heiðraður fyri yrkisbókmentir

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2020 varð latin Hjalmari P. Petersen, professara í málvísindum á Fróðskaparsetrinum.

Nevndin sigur í síni grundgeving, at útgávurnar hjá Hjalmari eru týðandi íkast í mállærubókmentirnar, og at tær geva eina góða mynd av føroyskum máli í dag. Mállæra 1 og 2 lýsa nútíðarføroyskt, og tær eru skrivaðar við støði í nútímans almennum ástøði um mál og í føroyskari málgransking í hesi øldini.

Rótskot hjá Kjelnæs
Marjun Syderbø Kjelnæs fekk barnabókaheiðurslønina fyri bókina, “Sum rótskot”.

Nevndin sigur, at hon aftur her vísir okkum, hvussu væl hon dugir at lýsa viðkomandi evni á ein fangandi hátt. "Hon viðger evni sum veðurlagskreppu, hjúnaskilnað, samkyndleika og álvarsama sjúku so livandi, at lesarin kann ikki annað enn gerast ávirkaður", stendur í grundgevingini.

Bókadeildin hevur gjørt podvarp til bókina, og tað kann hoyrast á heimasíðuni hjá snar her.

Rakel eisini heiðrað

Rakel Helmsdal fekk eisini barnabókaheiðursløn í ár fyri bókina, "Loftar tú mær".

Í grundgeving sínari sigur nevndin fyri heiðurslønirnar m.a. soleiðis:

"Við sermerktu myndabókini megnar Rakel Helmsdal at gera eitt tungt evni lættari at tosa um. Myndirnar í bókini eru heilt serligar. Ljósið og myrkrið eru við til at skapa eitt lætt, tó syrgið, huglag, sum ongantíð gerst tungt. Sermerktu og sjáldsomu figurarnir geva myndunum ein ævintýrkendan dám, sum letur upp fyri nógvum góðum práti saman við barninum".

Rakel Helmsdal er ein av teimum tilnevndu at fáa Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri bókina. Tann vinnarin verður kunngjørdur 27. oktober.

FarLit (sum eigur permumyndina) hevur lagt stutt brot á youtube, har Rakel tosar um seg og nýggju bókina. Sí her.