University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Fleiri vilja lesa í Føroyum
11.06.2017
Til lesandi Lestrarskrivstovan Setursskrivstovan

Fleiri vilja lesa í Føroyum

Hetta vísir kanning, sum Glasir hevur gjørt millum miðnámsungdóm. Bjarni Rasmussen, formaður í næmingaráðnum í Hoydølum, undrast ikki, men heldur, at tað ber til at fáa uppaftur fleiri at velja Føroyar sum lestrarstað


Tá ið fólk eru farin undir hægri lestur, so hevur tað vanliga verið, at nógv tey flestu eru farin uttanlands at lesa. Tey allarflestu eru farin til Danmarkar, av teimum tey flestu til Keypmannahavnar. 

Hagtøl frá seinastu árini víst, Studna Nýggjastu tølini frá Studna vísa, at seinastu árini er broyting komin í hesa gongd. Danmark hevur framvegis munin, men tað er greitt, at talið á teimum, ið velja Danmark sum lestrarstað, viknar, meðan talið á teimum, sum velja Føroyar veksur.

Ein nýggj kanning, sum Glasir hevur gjørt millum øll miðnámslesandi, staðfestir hesa gongd, tá ið spurt verður, hvat miðnámsungdómur ætlar sær á lestrarøkinum.  Sambært kanningini ætla 40 % sær at lesa í Føroyum, meðan 36 % ætla sær Danmarkar. Tá ið Glasir gjørdi líknandi kanning í 2014 vóru tølini ávikavist 29 % (Føroyar) og 44 % (Danmark).

Eingin kanning er gjørd, ið kann fortelja okkum, hvørjar orsøkirnar eru fyri hesi gongd. Talið av útbúgvingum í útboði á Setrinum hevur eyðvitað týdning. Fyri bert fáum árum síðani var talið ógvuliga avmarkað, nú er talið um 20, av teimum eru 13 bachelorútbúgvingar.

Hinvegin er merkisvert, at um útbúgvingin, sum næmingarnir kundu hugsað sær at lisið, fæst í Føroyum, so høvdu bert 32 %-49 % valt Føroyar framum útlandið. Hetta bendir á, at tað eru viðurskifti, ið viga tyngri enn bara hetta, at útbúgvingin kann takast í Føroyum.

Bjarni Rasmussen, formaður í næmingaráðnum í Glasir-Hoydalar, hevur sína hugsan um, hví fleiri velja at lesa í Føroyum, og hvat skal til fyri, at uppaftur fleiri fara at velja Føroyar sum lestrarstað - sí videobrot á YouTube HER.


Fróðskaparsetur Føroya - Tíðindi Viðmerking

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025