15.10.2010
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Flest allir fólkapensionistar nøgdir við tilveruna

Nýggj livkorskanning vísir, at flest allir fólkapensionistar sum heild eru nøgdir við støðuna.


Í heyst tók landsstýriskvinnan í almannamálum stig til eina kanning av livikorunum hjá fólkapensionistum í Føroyum. Kanningin, ið Fróðskaparsetrið hevur gjørt, er nú liðug og frágreiðing er skrivað.

Livikorskanningin er umfatandi og hevur nógvar áhugaverdar niðurstøður um viðurskiftini hjá fólkapensionistum í Føroyum. Kanningin staðfestir, at flest allir fólkapensionistar sum heild eru nøgdir við tilveruna. Tríggir av fýra fólkapensionistum siga seg vera væl nøgdan við tilveruna, fimti hvør er miðal nøgdur meðan 6 prosent siga seg vera illa nøgd.

Kanningin vísir, at samanhangur er ímillum luttøku á arbeiðsmarknaðinum, fíggjarstøðu, heilsu og nøgdsemi.

Níggju av tíggju lata væl at fíggjarstøðuni, og tey allarflestu eru skuldarfrí ella hava bert smáar bústaðarútreiðslur. Góður helmingurin hevur ikki aðra inntøku enn pensión og samhaldsfasta. Av teimum sum eru illa fyri fíggjarliga, nevna fýra av fimm, at orsøkin er, at tey bert hava minstupensión.

Í viðmerking sigur Rósa Samuelsen:

“Sjálvandi fegnist eg um, at føroyski fólkapensionisturin í heila tikið er væl nøgdur. Alt ov ofta verður skorið yvir ein kamb, tá ið vit hoyra um ússaligu korini, ið okkara eldru liva undir. Tíbetur fáa vit nú staðfest, at soleiðis er veruleikin ikki.

Men kanningin sigur okkum eisini, at tað eru nøkur – 6 prosent – ið eru minni nøgd við tilveruna. Mín fremsta uppgáva verður nú at hyggja eftir, hvørji viðurskifti kunnu broytast, so hesi eisini kenna seg væl sum pensionistar. Og hendan kanningin gevur mær eitt sera gott grundarlag at fara undir tað arbeiðið”.

Sosialir fólkapensionistar

Í heila tikið luttaka føroyskir fólkapensionistar nógv í sosialum samanhangum, tað verið seg saman við familju og kenningum, men eisini koma tey saman í sambandi við frítíðarítriv. Flestu fólkapensionistar hava sambært kanningini ofta ella javnan samband við familju, og øll hava samband við familju ella onnur, sum tey ikki búgva í húsi saman við. Fólk uttanfyri Tórshavn eru eitt vet oftari í samband við familju ella onnur enn tey, ið búgva í Tórshavn.

Kanningarháttur

Kanningin er í tveimum: Fróðskaparsetrið hevur staðið fyri spurnakanning millum eitt úrval av fólkapensionistum, og Almannastovan hevur staðið fyri innsavnan av taltilfari og hagtølum, sum viðvíkja veitingum til fólkapensionistar.

Mett verður at kanningin er ein eftirfarandi ábending um livikorini hjá fólkapensionistum í Føroyum.

 

Les meira