University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
FLL 2007 í gongd (FIRST LEGO League)
16.09.2007

FLL 2007 í gongd (FIRST LEGO League)

Í dag - 15. september 2007 - verður skotið av fyri ársins umfari av FIRST LEGO League (FLL) kappingini í Føroyum. 16 bólkar eru við, spjaddir kring alt landið, úr Sørvági til Klaksvíkar í vestur og eystur, og av Tvøroyri til Eiðis í suður og norður.


Á middegi í dag verður høvuðsevnið fyri kappingina í ár kunngjørt á samkomu í høvuðssætunum hjá Føroya Tele. Umframt luttakararnar eru pressan, dómarar, stuðlar og onnur áhugað boðin við.

Í umleið 8 vikur - frá miðjan september til fyrst í november - arbeiða bólkarnir við høvuðsevninum.

Málið við FLL kappingunum, har evni innan náttúruvísindi og tøknifrøði verða tikin upp, er trýbýtt:

  • byggja og forrita eitt tólmenni til at loysa ásettar uppgávur
  • fyrireika framløgu - koyra eitt 'show'
  • gera eitt ástøðiligt arbeiði

Samskiparin í Føroyum er Kurt Madsen, ið starvast á Føroya Læraraskúla og Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Meiri fæst at vita um FLL í Føroyum við at venda sær til Kurt á kurtma@flsk.fo

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bárður Á Lakjuni Landsstýrismaður Uttan Fyri Gróthúsini 17062026

    Landsstýrismaðurin kunnað seg um Setrið

  2. Læraralesandi Á Nád 2026 SSP

    Læraralesandi á SSP-degi á Hilton

  3. Pætur Mikal Holm

    Pætur Mikal Holm framfluttur til lektara