University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Næmingar fara (2).jpg

Skúlanæmingarnir ganga í skrúðgongu av Frælsinum og út í nýggja skúlan í Hans Andriasar gøtu (Foto: Elsa Maria Højgaard Hansen)

Brynhild Thomsen
02.11.2020
Setrið Námsvísindadeildin

Flytidagur á Frælsinum

Fyrrapartin var skilnaðarstund á Frælsinum í Havn, tá fólkaskúlanæmingar og lærarar fluttu úr gamla Venjingarskúlanum og í nýggja og stásiliga skúlan á Fløtum í Hans Andriasar gøtu 

Har vóru nógv smíl, men eisini nøkur blonk eygu, tá fólkaskúlanæmingar og lærarar fluttu av Frælsinum fyrrapartin.

Av sonnum ein merkisdagur, tí við hesum fór gamli Venjingarskúlin av álvara í søgubøkurnar.

Næmingar og lærarar møttu klokkan 10 á Frælsinum at rigga til skrúðgongu, og 20 minuttir seinni var skilnaðarstundin komin.

Starvsfólk og lesandi á Námsvísindadeildini veittraðu ungum sum eldri á Skúlanum av Fløtum farvæl, og hóast hetta var gleðisstund, so var talan eisini um eina sorgblíða løtu.

- Hetta er fantastiskt. Heilt ótrúligt. Vit hava glett okkum tað mesta av tveimum árum, meðan vit hava sæð bygningin koma upp. Nú er hann so klárur, og hetta er dagurin, tá vit flyta inn, sigur Regin Marnerson, skúlastjóri við in.fo.

Fróðskaparsetrið og Námsvísindadeildin ynskja næmingum, lærarum og skúlaleiðslu á Fløtum hjartaliga til lukku við nýggja skúlanum við ynski um, at frálíku karmarnir verða til gleði og gagns fyri øll.

Á middegi í morgin verður hátíðarhald fyri innbodnum á Skúlanum á Fløtum, og opið hús verður fyri almenninginum leygardagin og sunnudagin.



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  2. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun

  3. Umsetur

    Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing