University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Flyting og ferðing í Útnorði
20.09.2012
Søgu- og samfelagsdeildin Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning

Flyting og ferðing í Útnorði

Nógv verður tosað um gransking av flyti- og ferðamynstri, men hava vit í Føroyum neyðugu tølini, hvørjar eru forðingarnar og hvussu koma vit víðari?


Ein av stóru trupulleikunum í gransking av flyti- og ferðamynstri, er at finna fram samanberilig tøl uppá tvørs av londum og økjum. Samstundis hevur samanbering av statistiskum tilfari stóran týdning, tí tað er týdningarmikið grundarlag fyri at fáa  størri kunnleika um orsøkirnar og týdningin av øktari flyting og ferðing i nútímans samfelagnum.

Men ber tað til at framleiða neyðugu tølini? Hvørjar eru forðingarnar? Hvat kunnu vit læra av tÍ? Hetta vóru tema á fundi í Reykjavík í døgunum 10. til 12. september, sum var millum samfelagsgranskarar og hagfrøðingar úr Noregi, Føroyum, Íslandi og Canada.

Fundurin varð fyriskipaður sum partur av eini verkætlan um “geografiskan mobilitet” í útnorði.
Yvirskipað sæð, so var niðurstøðan, at londini hava sera ymiskar skipanir, sum ger tað avbjóðandi at samanbera. Men vit sóu eisini, at føroyska datatilfarið á mangan hátt er gott, og at tað gjøgnum samstarv millum føroyskar stovnar ber til at framleiða nýggj og samanberilig hagtøl (sí dømi á myndum 1 og 2).

À fundinum hevði hvørt toymið m.a. til uppgávu at arbeiða fram tøl um flyting og ferðing frá egnum øki, sum ikki vóru beinleiðis kend áður.  Hesi arbeiði vóru síðani samanborin, og verður nú farið undir at gera ein endaliga frágreiðing, herundir niðurstøður um framtíðar samstarv.

Verkætlanin er fíggjað av Norðurlendska samfelagsvísindaliga ráðnum (NOS-HS). Føroyski parturin er skipaður gjøgnum Søgu-og Samfelagsdeildina, men hevur bara kunnað latið seg gjørt í góðum samstarvi við Hagstovu Føroya, Umhvørvisstovuna, TAKS og Landsverk.



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025