University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2026 05 05 At 15 47 56 Forkanning Um Vitlíki Handað Landsstýrismanninum Fíggjarmálaráðið

Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri í Talgildu Føroyum undir Gjaldstovuni, handar Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni, forkanning um vitlíki í Føroyum

05.05.2026
Setrið Setursskrivstovan

FMR fingið forkanning um vitlíki í Føroyum

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, fekk í dag forkanningina um vitlíki í Føroyum, sum ráðgevarar frá fyritøkunum Usable og Vitlíkisstovuni hava gjørt saman við fakfólki á Gjaldstovuni

Arbeiðssetningurin fyri forkanningina var at orða eina visjón, sum kann skapa eina greiða felags kós fyri, hvussu Føroyar skulu brúka og gagnnýta vitlíki, og at vera grundarlag fyri eini heildarætlan fyri alt samfelagið.

Vit hava ein greiðan politiskan vilja til at gagnnýta vitlíki til fyrimun fyri samfelag okkara. Tað snýr seg um at hava visjónina og at seta kósina við einari heildarætlan, ið tryggjar mál, mentan og búskap, samstundis sum vit skapa vøkstur fyri allar Føroyar, segði Aksel V. Johannesen í sambandi við handanina av forkanningini.

Forkanningin vísir, at áhugin fyri vitlíki er stórur og møguleikarnir nógvir. Samstundis er tørvur á greiðari leiðbeining, sterkari førleikum og betri samstarvi, um tøknin skal brúkast trygt og koma øllum til góðar.

Fyri fólkið í Føroyum snýr tað seg um fatan og førleikar, eina framhaldandi sterka vinnu, búskaparvøkstur, góðar almennar tænastur, og at tryggja, at føroyskt verður eitt virkið mál í nýggju tøknini.

Forkanningin byggir á verkstovur, samrøður og greiningar, har umboð fyri vinnu, fakfeløg, útbúgvingarstovnar og almennar stovnar hava borið fram síni sjónarmið. Millum luttakararnar vóru MEGD, Fróðskaparsetur Føroya og Undirvísingarstýrið.

Næsta stigið er, at Gjaldstovan fer undir at gera eina heildarætlan. Forkanningin mælir til, at farið verður víðari við royndarverkætlanum við stovnum og kommunum, og at ein samskipandi vitlíkiseind verður skipað til at stuðla arbeiðinum tvørtur um land, kommunur og vinnu.

Lesið forkanningina her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 06 26 At 14 25 36 Fróðskaparsetur Føroya Prógvhandan 2026 Youtube

    201 staðið prógv frá Setrinum í ár

  2. Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 13

    Visit Faroe Islands: Vísindaliga ráðstevnan hjá Setrinum gav 30 mió kr

  3. Screenshot 2026 06 04 At 10 27 28 Prógvhandan 2026 Setur

    Prógvhandan 2026: Fylgið stroyminum her