University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Føroyamálsdeildin og “Centre for Nordic Studies” skifta um undirvísing á netinum
Turið Sigurðardóttir
17.04.2012
Føroyamálsdeildin

Føroyamálsdeildin og “Centre for Nordic Studies” skifta um undirvísing á netinum

“Centre for Nordic Studies”, sum hoyrir til University of Highlands and Islands í Skotlandi og oyggjunum norðanfyri, nýtir í stóran mun fjarundirvísing í sínum virksemi. Avgjørt varð tí, at deildirnar skuldu bjóða fyrilestrar sum fjarundirvísing hvør hjá aðrari.


19. mai 2011 vitjaði umboð fyri “Centre for Nordic Studies” í Scalloway í Hetlandi Føroyamálsdeildina. Andrew Jennings, doktari í fornfrøði, segði frá tí nýliga stovnaðu miðstøðini fyri norðurlandagransking í Scalloway, umboð fyri Føroyamálsdeildina greiddi frá virksemi hennara og orðaskifti var um samstarvsmøguleikar.

“Centre for Nordic Studies”, sum hoyrir til University of Highlands and Islands í Skotlandi og oyggjunum norðanfyri,  nýtir í stóran mun fjarundirvísing í sínum virksemi. Avgjørt varð tí, at deildirnar skuldu bjóða fyrilestrar sum fjarundirvísing hvør hjá aðrari.

Í gjár helt Turið Sigurðardóttir fyrilestur um føroyskar bókmentir fyri luttakarum í Scalloway og aðrastaðni har í oyggjunum. Í mai heldur Silke Reeploeg, lektari á Centre for Nordic Studies, fyrilestur um hetlendskar bókmentir fyri lesandi á Fróðskaparsetri Føroya.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast