University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Gransking Og Framtak Producing Good Ideas Ideas And Innovation Concept With Copyspace(1)
Granskingarráðið
12.10.2026
Setrið

Føroyar granska og menna fyri 1,3 prosent av BTÚ

Samlaðu útreiðslurnar til gransking og menning vóru 388 milliónir krónur í 2025, ella 53 milliónir krónur meira, sammett við árið fyri. Tað svarar til 1,3 prosent av bruttutjóðaúrtøkuni í Føroyum, vísa tøl, ið Hagstovan hevur ment í samstarvi við Granskingarráðið

Samlaðu útreiðslurnar til gransking og menning á royndarstigi sum prosentpartur av bruttutjóðarúrtøkuni (BTÚ) er høvuðshagtalið. Tað verður nýtt til at samanbera granskingar- og menningarvirksemið millum lond. Europasamveldið hevur sum mál, at útreiðslurnar til gransking og menning skulu vera trý prosent av BTÚ í 2030.

Í 2025 varð granskað og ment fyri 388 milliónir krónur í Føroyum. Tað svarar til 1,3 prosent av BTÚ, sum er 0,1 prosentstig hægri enn árið frammanundan. Bruttutjóðarúrtøkan í Føroyum var 29,5 milliardir krónur í 2025, sum er ein vøkstur upp á 5,6 prosent. Um Føroyar skuldu rokkið trimum prosentum av BTÚ í 2025, skuldu útreiðslurnar verið tilsamans 885 milliónir krónur, ella 500 milliónir krónur meira.

Føroysku útreiðslurnar til gransking og menning lægstar í Norðurlondum
Føroyar eru tað fyrsta Norðurlandið, sum kunnger endalig hagtøl fyri gransking og menning í 2025.

Svøríki hevur kunngjørt fyribilshagtøl, sum vísa, at útreiðslurnar í gransking og menning sum partur av BTÚ vóru 3,5 prosent í 2025.

Í árunum 2022 til 2024 vóru føroysku útreiðslurnar í gransking og menning sum partur av BTÚ lægstar í øllum Norðurlondum.

Útreiðslurnar sum partur av BTÚ í Føroyum, hinum Norðurlondunum og ES síggjast her fyri árini 2022, 2023, 2024 og 2025.

Grundgransking hjá tí almenna - menningararbeiði í vinnuni
Almennir og hægri útbúgvingarstovnar fremja í størstan mun grundgransking.

Í 2025 fóru 55 prosent av útreiðslunum til grundgransking og bara 12 prosent til menningararbeiði. Harafturímóti er tað tann privata vinnan, sum fremur menningararbeiði. Heili 66 prosent av útreiðslunum fóru til menningararbeiði og bara 10 prosent í grundgransking.

Grundgransking hevur sum fremsta mál at útvega nýggja vitan um grundarlagið undir fyribrigdum og sjónligum sannroyndum, uttan nakra ávísa nýtslu í huga.

Nýtslugransking fevnir um upprunaligar kanningar, sum miða eftir at útvega vitan til at brúka til ávíst endamál ella ætlan.

Menningararbeiði fevnir um skipað arbeiði, ið byggir á vitan frá gransking og royndum til at framleiða nýggjar vørur og tilgongdir ella betra verandi vørur ella tilgongdir.

Mesta granskingin í náttúruvísindum, aling á sjónum, fiskiveiðu, búnaðar- og djóralæknavísindum
Samlað fara 81 prosent av granskingarútreiðslunum í Føroyum til náttúruvísindi ella aling á sjónum, fiskiveiðu, búnaðar- og djóralæknavísindi.

Einans 19 prosent av útreiðslunum eru til verkfrøði og tøkni, lækna- og heilsuvísindi, samfelagsvísindi ella hugvísindi og list.

Tað er eisini greitt, at privata vinnan granskar í aling á sjónum, fiskiveiðu, búnaðar- og djóralæknavísindum. Almennir stovnar granska í stóran mun í náttúruvísindum, meðan hægri útbúgvingarstovnar granska meira javnt býtt millum flest øll fakøkini.

Granskað og ment verða á ymsum fakøkjum, og í sambandi við hagtalsarbeiðið eru tey býtt í seks flokkingar eftir OECD-leisti. Flokkingarnar eru náttúruvísindi, aling á sjónum, fiskiveiða, búnaðar- og djóralæknavísindi, verkfrøði og tøkni, lækna- og heilsuvísindi, samfelagsvísindi ella hugvísindi og list.

Tilfeingisvinnan størstu framgongdina
Stovnar og fyritøkur í tilfeingisvinnuni granskaðu og mentu fyri 210 milliónir krónur í 2025. Tað er ein vøkstur upp á 92 milliónir krónur ella 78 prosent.

Harafturímóti høvdu stovnar og fyritøkur í tænastuvinnuni eina minking upp á 40 milliónir krónur ella 20 prosent minni enn í 2024.

Tilfeingisvinna fevnir um fiskiveiðu, aling og aðra tilfeingisvinnu, meðan framleiðsluvinna fevnir um matvøru- og njótingarevnaídnað, annan ídnað, orku- og vatnveiting og byggivinnu.

Tænastuvinna fevnir um smá- og heilsølu, gisting og matstovuvinnu, flutnings- og goymsluvinnu, kunning og samskifti, banka- og tryggingarvirksemi, fastognaumsiting og húsarúm, leasing og útleigu, almenna fyrisiting o.a., undirvísing, heilsuverk og sosialar fyriskipanir, umframt aðrar tænastur.

Vinnufeløg størstu útreiðslurnar

Útreiðslurnar til gransking og menning vuksu við 28 prosentum hjá privatum vinnufeløgum í Føroyum. Tað eru 57 milliónir krónur meira enn árið fyri. Serliga eru tað rakstrarútreiðslur, sum eru hækkaðar. Samlaðu útreiðslurnar til gransking og menning hjá tí almenna og hægri útbúgvingastovnum minkaðu fýra prosent.

Færri granska og menna
Í 2025 vóru tilsamans 242 ársverk, sum granskaðu og mentu. Tað eru 19 ársverk minni enn í 2024. Kynsbýtið er 61 prosent menn og 39 prosent kvinnur. Menn eru í 84 prosentum av teknisku størvunum, og umleið eins nógvar kvinnur sum menn eru granskarar.

Eitt ársverk er roknað sum arbeiðsorkan hjá einum fulltíðarstarvsfólki í eitt ár.

Tilfarið er úr grein frá Hagstovu Føroya, sum savnar og greinar hagtøl um gransking, mening og nýskapan í samstarvi við Granskingarráðið. Í greinini eru eisini allýsingar av hugtøkum og slóð til fleiri grafar og talvur í Hagtalsgrunninum

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Sjúkrarøktarfrøði Nál 2024 Nærmynd Av Báðum Nálum

    Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

  2. Ráð Teirra Lesandi 2026

    Nývald nevnd í Ráði teirra lesandi á Setrinum

  3. Victoria Billing1 Klipt Bretska Sendikvinnan Vitjar SSD 2026

    Bretska sendikvinnan vitjar Setrið