University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2021-08-11 at 14-30-52 NordForsk logo_1 JPG (JPEG Billede, 1121 × 270 pixels).png
19.03.2024
Setrið

Føroyar við í stórum NordForsk útboði

NordForsk, granskingarstovnurin hjá Norðurlandaráðnum, lýsir eftir umsóknum til granskingarskránna "Burðardygg menning í Arktis"

Tilsamans 131 mió. kr. eru leysar at søkja.

Granskingarskráin er ment í samstarvi millum luttakandi partarnar í teimum sjey norðurlondunum - Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Føroyum og Grønlandi - og USA og Kanada.

Føroyar luttaka við egnari fígging, og føroyskir granskingarstovnar kunnu tí søkja um stuðul á jøvnum føti við granskarar úr hinum londunum.

Høvuðsendamálið við útboðnum er at stuðla granskingarsamstarvi millum londini í Arktis fyri at fáa til vega nýggja vitan, sum kann tryggja burðardyggari menning í Arktis.

Útboðið hevur ongar tematiskar raðfestingar, men trý lyklaorð eru nevnd sum íblástur til umsøkjarar. Tey eru Trygd, Náttúrutilfeingi og Samfelagsbroytingar.

Granskingarstovnar úr í minsta lagi trimum norðurlondum skulu vera við í hvørjari verkætlan.

Útboðið er í tveimum stigum. Freistin fyri at lata inn undan-umsóknir er 4. juni 2024. Tær umsóknir, ið hava bestu hugskotini og møguleikarnar at menna nýggja vitan um burðardygga menning í Arktis, verða síðani bodnar at senda fullfíggjaðar umsóknir til NordForsk.

NordForsk útboðið um Burðardygga menning í Arktis í fullari longd sæst her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving