University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Føroyingur við á ráðstevnu um viðurskiftir hjá børnum og ungum í Grønlandi
22.05.2013
Námsvísindadeildin

Føroyingur við á ráðstevnu um viðurskiftir hjá børnum og ungum í Grønlandi

Ráðstevnan var fyrsta tiltakið hjá einum nýstovnaðum tvørfakligum útnorður granskarabólki.


Ráðstevnan bar heitið  “Barndómurin í broyting –sjónarhorn á barni í familjuni og í námsfrøðiligum stovnum”, og varð hildin 10.-12. maj 2013 á Ilisimatusarfik (fróðskaparsetrið í Nuuk). Ráðstevnan var bæði fyri grønlendskar granskarar og  grønlendsk starvsfólk á ymsum námsfrøðiligum stovnum, t.d. dagstovnum, skúlum, sernámsfrøðiligum ráðgevingarstovnum, og barnaverndartænastum.
 
Jóhannes Miðskarð, PhD, hevði fyrilestur og eina verkstovu um tvørprofessionelt samstarv, ið er eitt tað sjónligasta tekinið uppá stórar broytingarnar,  ið aktuelt fara fram innan almennar tænastur til børn og ung. Aðrir fyrilestrar og verkstovur á ráðstevnuni vóru hildnar av granskarum úr Grønlandi,  Íslandi og av donskum granskarum, ið hava innlit í grønlendsk viðurskiftir.

Sum ein endi á ráðstevnuni varð gjørd ein ráðstevnuniðurstøða, ið varð send til fjølmiðlar og grønlendska parlamentið. Í løtuni er stór diskussión í fjølmiðlum og millum politikarar í Grønlandi út frá niðurstøðuni av ráðstevnuni. Danska útgávan av niðurstøðuni av ráðstevnuni kann lesast her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast