University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Føroysk børn frálík úrslit í norðurlendsku First Lego League finaluni
Knud Simonsen
05.12.2007
Náttúruvísindadeildin

Føroysk børn frálík úrslit í norðurlendsku First Lego League finaluni

Bólkurin Junior Kids, sum er mannaður við børnum úr 6. og 7. flokki av Skála, vórðu innstillað til norðurlendska meistaraheitið, og vórðu nummar tvey í tólmenniskappingina í tí 8. norðurlendskari First Lego League finaluni, sum var um vikuskifti í Herning í Danmark.


Junior Kids var millum tey trý av 36 liðum úr øllum norðurlondunum, sum vórðu innstillaði til at vinna norðurlendska meistaraheitið. Vinnari gjørdist bólkurin Lego Extreme úr Bergen í Noregi. Umframt meistaraheitið, sum verður givið fyri samlaða avriki í allari kappingini, vórðu 11 onnur heiðursheiti givin. Umframt innstillingina til meistaraheiti fekk Junior Kids eisini heiðursgávu fyri at verða nummar tvey í tólmenniskappingini.


Evnið fyri FFL kappingina í ár var varandi orka. Junior Kids høvdu gjørt eitt lego model, sum vísti hvussu vatnmyllur, vindmyllur, diesel motorar og sólsellur virka, ið vakti ans millum tey vitjandi og dómararnar bæði í Herning, og tá tey vunnu føroysku kappingina, sum varð tann 10. november í bygninginum hjá Føroya Tele í Havn.


Fyriskiparin av føroysku kappingini, og ein av dómarunum í norðurlendsku kappingini, er Kurt Madsen, sum starvast á Læraraskúlanum og á Náttúruvísindadeildini. Harumframt eru starvsfólk frá Náttúruvísindadeildini í dómaraliðinum í føroysku kappingini.


Náttúruvísindadeildin ynskir Junior Kids tillukku við frálíku úrslitunum í First Lego League kappingini, og við, at tey so dyggiliga hava víst, at tey eru sera væl fyri í náttúruvísindum og tøkni.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bárður Á Lakjuni Landsstýrismaður Uttan Fyri Gróthúsini 17062026

    Landsstýrismaðurin kunnað seg um Setrið

  2. Læraralesandi Á Nád 2026 SSP

    Læraralesandi á SSP-degi á Hilton

  3. Pætur Mikal Holm

    Pætur Mikal Holm framfluttur til lektara