Føroysk bókaútgáva í Hollandi
6. november kom bókin Windvlinders. Poëzie van de Faerøer (Vindfirvaldar. Yrkingar úr Føroyum) út á samkomu á universitetinum í Groningen í Hollandi.
Hósdagin 6. november kom bókin Windvlinders. Poëzie van de Faerøer (Vindfirvaldar. Yrkingar úr Føroyum) út á samkomu á universitetinum í Groningen í Hollandi. Ritstjóri og týðari er Roald van Elswijk og forlagið eitur Wilde Aardbeien (Vill jarðber).
Átta yrkjarar eru umboðaðir í savninum:
- Sigri Gaïni
- Guðrið Helmsdal
- Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard
- Carl Jóhan Jensen
- Astrid Joensen
- Jóanes Nielsen
- Tóroddur Poulsen
- Kim Simonsen
Malan Marnersdóttir hevur skrivað eftirmæli um føroyska modernismu. Sigri Gaïni las upp á útgávusamkomuni og seinni á degnum í verkstovuni um at týða føroyska yrking. (Bókin hevur ISBN 978 90 79873 01 2 NUR 310.)
Bókaútgávan fór fram á ráðstevnu Cultural Transfer and Minor Language Areas á universitetinum í Groningen. Malan Marnersdóttir helt fyrilesturin Towards a Monolingual Faroese Literature. Harumframt vóru stak áhugaverdir fyrilestrar um nýnorskar og frísiskar bókmentir og um útlagnar høvundar frá Balta- og Balkanlondunum.


