University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Bjørn Kunoy kinesisk lóg 2.jpg
17.12.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Føroysk grein í Oxford University Press

Í nýggjastu útgávuni av Chinese Journal of International Law er grein hjá Bjørn Kunoy, sum er adjungeraður professari í altjóða lóg á Setrinum og løgfrøðiligur ráðgevi hjá landsstýrinum

Greinin hjá Bjørn Kunoy tekur støði í kritiskari greining av úrskurði í altjóða Havrættardómstólinum í Hamburg í marknatrætu millum Fílabeinsstrondina og Ghana. Serliga er tað tann parturin av úrskurðinum, sum viðgerð undir hvørjum umstøðum lond kunnu leita eftir og troyta kolvetni í umstríddum landgrunsøkjum, t.e. í økjum, har tvey ella fleiri lond hava umskarandi landgrunskrøv, ið fær rúmd og viðgerð í greinini.

Bjørn kemur til ta niðurstøðu, at úrskurðurin stendur í andsøgn við úrskurðar hjá altjóða dómstólinum í Haag, umframt eisini við ávísar altjóða gerðarrættarúrskurðir.

Harumframt verður framført, at fatanin hjá dómstólinum í hesum marknamáli kann máa burtur av støðufestinum í altjóðarættarligu doktrinini, sum er grundarlagið undir rættinum hjá strandalondum til m.a. at troyta tilfeingi á landgrunninum.

At enda verður mett, at hesin úrskurðurin neyvan fer at verða brúktur sum fordømi hjá øðrum dómstólum í líknandi málum.

Ein samandráttur av greinini hjá Bjørn Kunoy kann lesast her.

Chinese Journal of International Law telist millum leiðandi asiatisku og altjóðarrættarligu tíðarritini og verður útgivið av Oxford University Press.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum