University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Føroysk luttøka í arktiskari verkætlan um javnstøðu
25.02.2014
Søgu- og samfelagsdeildin

Føroysk luttøka í arktiskari verkætlan um javnstøðu

Føroyar eru við í einari verkætlan undir Arktiska Ráðnum, ið hevur til endamáls at fremja javnstøðu í Arktis.


Tað er Erika Anne Hayfield, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, sum í samstarvi við  Løgmansskrivstovuna umboðar Føroyar í verkætlanini. Verkætlanin fer fram í  “Sustainable Development Working Group”, ið er ein arbeiðsbólkur undir Arktiska Ráðnum, sum virkar fyri á burðardyggan hátt at verja og styrkja búskaparligu støðuna, mentanina og heilsuna hjá fólkunum í Arktis.

Sum liður í hesum arbeiði verður skipað fyri einari ráðstevnu á Akureyri í Íslandi 29-30 oktober í ár.

Sæð frá føroyskum sjónarhorni er samstarvið um javnstøðu í arktiskum høpi serliga týðandi tá hugsað verður um fráflyting og at tað vantar kvinnur í Føroyum. Á tann hátt hava Føroyar líknandi avbjóðingar sum fleiri aðrir útjaðarar í arktiska økinum. Harafturat eru fleiri onnur øki, ið Føroyar kunnu samstarva um, tá talan er um javnstøðu í arktiskum høpi. Eitt nú um kyn og útbúgving, kyn og demografi, kyn og politikk, trygd (t.d. rúsevnismisnýtslu, harðskap, sjálvmorð) og kynsfatanir og seksualitet.  Hesi og onnur evni verða viðgjørd  á ráðstevnuni seinni í ár.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga