University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Føroyska bládúgvan (1)
22.09.2007
Náttúruvísindadeildin

Føroyska bládúgvan

Nógvir av uppruna eginleikunum hjá føroysku bládúgvuni finnast framvegis, men hon blandar seg tó við tamar dúgvur. Sum frálíður, broytir hetta føroysku bládúgvuna.


Hetta var staðfest í einari kanning hjá Sólvu Jacobsen og Janu Mikkelsen, sum tær báðar hava gjørt í samband við bacherlorútbúgvingina í lívfrøði á Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum. Ritgerðin nevnist: Columba livia – a Study of the Rock Pigeon on the Faroe Islands og snýr seg um, hvussu nógv er eftir av uppruna bládúgvuni í Føroyum.

Bládúgvan fyri hóttafalli
Bládúgvan er ein gamal búfuglur í Føroyum, og telist í dag millum teir fáu uppruna stovnarnar, ið framvegis finnast Norðurevropa. Føroyska bládúgvan stendur tó fyri hóttafalli. Trupulleikin er, at hon kann para seg við tamdúgvuni. Av tí at tamdúgvan hevur verið ald í nógv harrans ár, finst hon í dag í nógvum ymiskum litbrigdum. Tá tann villa bládúgvan parar seg við tamdúgvuni, vil hetta sum frálíður broyta bládúgvuna, so minni og minni verður eftir av uppruna eginleikunum. Av hesi orsøk er upprunaliga bládúgvan ein doyggjandi rasa og er útdeyð um so gott sum alt Norðurevropa. Hesin trupulleikin er eisini galdandi um okkara leiðir: Í Íslandi er stovnurin longu útruddaður, og í Norra var í 2003 staðfestu, at ongar uppruna dúgvur vóru eftir í landinum.

Hildið verður, at tað í dag bert finnast nakrir næstan óblandaðir stovnar í Føroyum og nakra fáa staðni í Suður- og Eysturevropa. Tann vanliga bládúgvan er eyðkend av tí hvíta gumpinum og tveimum svørtum veingja rípum.
 
Føroysk bládúgva lítið blanda
Endamálið við kanningini hjá Sólvu og Janu var at staðfesta, hvussu nógv var eftir av uppruna bládúgvuni í Føroyum. Kanningin vísti, at føroyska bládúgvan er lítið blandað, men at blandingur tó fer fram millum villar og tamar dúgvur. Hetta vil sum frálíður broyta føroysku bládúgvuna. Kanningin vísti, at blandingin var størst í Skálavík, har 16% av bládúgvunum vóru blandaðar við tamdúgvur. Fyri alt landið var hetta talið 4,5%.

Les eisini greinina “Føroyska bládúgvan kann hvørva”, sum Jana Mikkelsen skrivaði í Dimmalætting 27. apríl 2007.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2023-08-30 at 14-03-51 Kampus Her er vinnarauppskotið.png

    Kampus: Felagsbygningurin liðugt projekteraður

  2. Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock

    Kom og hoyr um nýggja námsfrøðiliga útbúgving

  3. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin