University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
korona-mynd-1.jpg
17.12.2024
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Føroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávu

Tað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru serstakir tættir í føroysku COVID19-kreppustýringini. Við hesum báðum stýringsamboðunum framdu Føroyar eina praktiska yvirtøku av farsóttarøkinum í 2020, sum førdi til formligu yvirtøkuna í 2024. Hetta er høvuðsboðskapurin í bókakapitli, sum Jens Christian Svabo Justinussen og Rógvi Olavson frá Søgu- og samfelagsdeilini á Setrinum hava givið út í stórari norðurlendskari antologi

Hóast Norðurlond á mangan hátt líkjast, so vóru tilgongdirnar til COVID19-stýring sera ymiskar. Tað var ein av grundunum til, at norskir granskarar í 2020 tóku stig til eina verkætlan, sum nú hevur havt fleiri áhugaverdar vísindaligar útgávur við sær. Tann seinasta er nýútgivna bókin Crisis Management, Governance and COVID-19: Pandemic Policy and Local Government in the Nordic Countries, sum 20  granskarar úr øllum átta Norðurlondunum hava givið sítt íkast til. Bókin greinar ymsu tættirnar og stýringshættirnar í sambandi við norðurlendska koronustýring.

Í kapitlinum um Føroyar lýsa Justinussen og Olavson kreppugongdina gjøgnum ymsu fasurnar, krepputilbúgving, kreppuviðurkenning, kreppuleiðslu/stýring og læring.

Høvundarnir vísa serliga á, at Føroyar skiltu seg frá øðrum londum við umfatandi kanningarleisti og smittusporingarætlan, sum fleiri onnur lond sleptu tíðliga í koronutíðarskeiðnum.

Í øðrum lagi skriva teir um, hvussu Føroyar í størri mun enn flestu onnur lond valdu eina "mjúka lóggávu" (soft law), sum í høvuðsheitum var ein tilgongd, sum bara bygdi á tilmæli, og sum fyrst og fremst kom av ríkisrættarligu støðuni og sosiala dynamikkinum, ið mangan er í mikrosamfeløgum.

Millum formligu avleiðingarnar av koronukreppuni var størri sjálvræði, í fyrstu atløgu við eini praktiskari yvirtøku av farsóttarøkinum í mars 2020 og síðani eini formligari yvirtøku av farsóttarøkinum 1. januar 2024.

Greinin er útgivin í Edward Elgar Publishing og kann lesast av øllum (open access). 

Lesið greinina her.

Lesið alla bókina her.

Greinin er partur av granskingarverkætlanini “Resiliensur og samfelagsstýring undir COVID19-farsóttini í Føroyum” (2023-26), ið er stuðlað av norska og føroyska Granskingarráðnum, Betri Stuðli og Fróðskaparsetri Føroya.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving