University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Føroyskt fyri útlendingar (1)
10.02.2014
Føroyamálsdeildin

Føroyskt fyri útlendingar

Fróðskaparsetur Føroya fer aftur til várs at bjóða út skeið í føroyskum fyri útlendingar.


Talan er um skeið á BA-stigi:

•    Faroese for foreigners II

Fortreytin er í minsta lagi miðnámsskúli ella samsvarandi. Skeiðið væl hóskandi fyri tey, sum frammanundan hava tikið Faroese for Foreigners I ella verið á summarskeiði í føroyskum (altjóða el. norðurlendskum).

Endamálið er at geva teimum lesandi innlit í føroyska mállæru og málnýtslu. Serliga verður dentur lagdur á málførleikarnar at tosa, at fata, at lesa og partvís eisini at skriva. Dentur verður lagdur á formsíðu málsins, eins væl og at tey lesandi læra at nýta hesa í praksis.

Skeiðslýsing kann takast niður her:  Course Description in English Faroese for foreigners II


Skeiðið er 10 vikur. Tað byrjar 3. mars 2014 og heldur á til 15. mai 2014.

Lærari verður Erla Bech Nolsø, mag.litt. Hjalmar P. Petersen, dr. phil. hevur ábyrgd av skeiðnum, sum verður hildið á netinum.

Undirvísingin verður í høvuðsheitum fjarundirvísing, men tey lesandi hittast til undirvísing á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbs gøtu 16, FO-100  Tórshavn, í  tilsamans 9 undirvísingartímar. Hetta verður eftir ætlan; í byrjanini, tá skeiðið er hálvrunnið og móti endanum av skeiðnum. Hvørja viku skulu tey lesandi lata inn uppgávur á netinum. Neyðugt er tí, at tey lesandi:
•    hava og duga at brúka teldu
•    hava netsamband
• seta seg inn í at nýta samskiftisskipanina Moodle

Ein stuttur inngangur til Moodle verður í byrjanini av skeiðnum.

Skeiðið telur 10 ECTS.

Tak niður umsóknarblað: Føroyskt fyri útlendingar

Kostnaður fyri hvørt skeið er 2500,- DKK. Luttakarar skulu hava goldið skeiðið seinast fríggjadagin 28. februar 2014. Luttøkugjaldið verður ikki afturgoldið. Fólk kunnu tekna seg til skeiðið, sjálvt um tey ikki búgva í Føroyum.

Tilmeldingarfreistin er sett til 14. februar 2014. Umsóknir skulu sendast til: hjalmar(at)setur.fo

Bøkur til skeiðið eru Faroese. A Language Course for Beginners, 1 & 2

Próvtøkan er skrivlig í fýra tímar við hjálparamboðum og við innanhýsis próvdøming, har próvtalastigin er staðið/ikki staðið.

Umsøkjarar fáa svar 17. februar, um tey eru tikin upp. Skeiðið verður treytað av nóg nógvari undirtøku.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum