University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Føroyskur móðurmálsdagur 25. mars
22.03.2012
Føroyamálsdeildin

Føroyskur móðurmálsdagur 25. mars

So fingu vit loksins okkara egna føroyska móðurmálsdag, sum er 25. mars, føðingardag Hammershaimbs


"Er títt typuhús norskt og títt sjónvarp japanskt,
tað tú hoyrir og sært tað er danskt, amerikanskt,
hvat er tað sum bagir, hvørjum endar tað við,
sig mær fáa vit føroyingar ongantíð frið
."

Hóast Kári P. ikki gevur nakað svar, so man hann vita svarið. Tað eru ikki bara norsk typuhús og japansk sjónvørp, vit innflyta, tað er eisini donsk og amerikonsk mentan. Hvørjum endar tað við? Ja, tað viti Várharra. Fáa vit ongantíð frið? Helst ikki. Tí hava vit brúk fyri einum móðurmálsdegi at gera vart við tann týdning og tey virði, sum liggja í móðurmálinum.

Í sambandi við altjóða móðurmálsdagin varð eg biðin um eina viðmerking til heimasíðuna hjá Námi. Tá segði eg, at tað er alla æru vert, at ST ger vart við ein altjóða móðurmálsdag. ST roynir eisini at varðveita tað málsliga margfeldið, sum er í heiminum í dag. Nakað soleiðis fullu orðini, tá eg varð biðin um eina viðmerking til altjóða móðurmálsdagin, sum er settur at vera 21. februar.  Men so legði eg afturat, at mínar royndir eru, at altjóða móðurmálsdagurin ikki hevur tann stóra týdningin, tí at fólk heilt einfalt ikki vita av, at hann er til. Vit kunnu sjálvandi halda altjóða móðurmálsdagin, men latið okkum harumframt fáa okkara egna móðurmálsdag. Tað eru longu fleiri ár síðani, at Málnevndin skeyt upp fyri Mentamálaráðnum, at okkara egni móðurmálsdagur kundi verið hildin føðingardagin hjá Hammershaimb tann 25. mars.  Í áðurnevndu viðmerking loyvdi eg mær at vóna, at Mentamálaráðið fór at gera ein slíkan móðurmálsdag, tí tað er ikki ov nógv gjørt, um vit seta ein dag av um árið, har vit skifta orð um føroyskt og um støðuna hjá føroyskum í føroyska samfelagnum. Og nú hava vit hann her, móðurmálsdagin. Vit hava nú fingið okkara egna føroyska móðurmálsdag, sum er 25. mars, føðingardag Hammershaimbs.  Og vónandi eru vit so mikið at okkum komin, at vit fara at halda hann á hvørjum ári eins og flaggdagin og ólavsøku o.s.fr.

Í ár vóru tað Nám, Sosialurin, Dimmalætting, Føroyska málnevndin, Kringvarpið og Mentamálaráðið, sum tóku stig til tiltakið. Og samstundis sum dagurin verður hildin, verður ein móðurmálsvirðisløn latin einum føroyingi, sum er kendur gjøgnum miðlarnar.

Sí annars leinki til heimasíðuna hjá Námi niðanfyri:



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum