University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Fólk frá NVD gjørt royndir á US Naval Academy
Knud Simonsen
04.08.2006
Náttúruvísindadeildin

Fólk frá NVD gjørt royndir á US Naval Academy

Sum liður í PhD verkætlanini hjá Øysteini Paturssyni, ið er samstarv millum Náttúruvísindadeildina og University of New Hampshire, vórðu model royndir við alinótum gjørdar í royndarbrunninum hjá US Naval Academy.


Í verkætlanini varð kannað hvussu rákið broytist inni í og rundan um eina alinót, umframt hvussu streymur virkar á fortoyningar og ávirkar skapið á alinótum. Hendan verkætlanin er liður í granskingini á NVD innan aling á harðbalnum økjum.

Umstøðurnar á US Naval Academy eru góðar til at gera slíkar royndir. Har eru fleiri brunnar, og tann størsti, ið brúktur varð til hesar mátingarnar, er góðar 115 m til longdar, 8 m breiður og 5 m djúpur. Møguligt er at gera aldur í brunninum og mátiútgerðin er sera góð. Brunnarnir verða vanliga nýttir til undirvísing av skipsverkfrøðingum og yvirmonnum til amerikanska flotan, umframt til menning av útgerð til bæði hernaðarlig og sivil endamál. Til samanberingar er brunnurin hjá Vónini í Fuglafirði 38 m langur, 4 m breiður 2.5 m djúpur.

Úrslitini frá royndunum verða brúkt til at menna tvey telduforrit. Annað til at rokna kreftir og skap á nótum og fortoyningum, meðan hitt er til at rokna hvussu streymurin broytist av alinótum.

Tað kann ikki sigast annað enn at fólkini á US Naval Academy hildu hesa verkætlan vera áhugaverda. Hetta var eitt av tiltøkunum, sum tey valdu at vísa fyrrverandi amerikanska forsetanum Jimmy Carter, tá hann koma á vitjan ein av døgunum. Tíanverri er eingin mynd av forsetavitjanini, tí hetta var ein privat vitjan og hann vildi helst ikki hava at ov nógv hóvasták bleiv gjørt burturúr. Vitjanin hjá Jimmy Carter var í samband við at tað eru 60 ár liðin, síðani hann var næmingur á US Naval Academy.

Phd-verkætlanin er fíggjað av Statoil-samtakinum, og royndirnar á US Naval Academy vórðu eisini partvíst stuðlaðar av amerikanska National Ocean and Atmosphere Administration (NOAA) gjøgnum the Open Ocean Aquaculture Program, sum University of New Hampshire stendur fyri.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum