Martin Tvede Zachariasen, rektari, og Johan Ísak Suni Hansen, fyrisitingarstjóri, greiða fólkatingslimum frá stóru kampusverkætlanini, sum stendur á skránni
20.09.2023
Setrið
Skriva út

Fólkatingið á vitjan á Fróðskaparsetri Føroya

Fólkatingið er á kunningarferð í Føroyum, og í gjár vóru fólkatingslimir á vitjan á Fróðskaparsetri Føroya

Kunningarferðin í Føroyum hjá Fólkatinginum byrjaði sunnudagin, tá bólkurin m.a. hitti Ríkisumboðið.

Mánadagin vóru tey so á Sornfelli, har danska stjórnin fer at gera íløgur í ein nýggjan radara. Síðani gekk leiðin til Fuglafjarðar, har tey vóru í Fuglafjarða skúla og á Framherja, á Høvdavirkinum í Leirvík og eisini á ráðhúsinum í Eysturkommunu.

Týsdagin komu tey so á Fróðskaparsetrið, har Martin Tvede Zachariasen, rektari, og Johan Ísak Suni Hansen, fyrisitingarstjóri, tóku ímóti í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju.

Har fingu fólkatingslimir eina framløgu um søguna hjá Setrinum og stóru menningina, sum universitetið hevur verið fyri, og sum enn stendur fyri framman m.a. við stóru og týdningarmiklu kampusverkætlanini.

Rektarin greiddi teimum frá, at Setrið nú hevur umleið 1000 lesandi á teimum 25 útbúgvingunum, og at fíggjarætlanin í ár er 146 milliónir krónur.

Eisini legði hann fram nýggja trivnaðarkanning millum tey lesandi, sum m.a. vísir, at yvir helvtin hevur børn undir 18 ár, og at meira enn 80 prosent mugu arbeiða við síðuna av lestrinum, og at serliga kvinnur kenna hendan tørvin.

Rektarin nam við nakrar av týdningarmestu raðfestingunum hjá Setrinum: At geva menningini á Setrinum nøktandi fysiskar karmar við einum universitetsbýlingi á Frælsinum og Debesartrøð, at fáa fulla føroyska luttøku í Bologna-tilgongdini fyri at rótfesta útbúgvingartilboðini á trygga grund, umframt at vaksa um granskingarvirksemið m.a. við at samstarva meira við privatar fyritøkur og almennar stovnar.

Fólkatingslimirnir vístu stóran áhuga og settu nógvar spurningar.

Kunningarferðin í Føroyum hjá Fólkatinginum endar fríggjadagin.