University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Rektararnir Taka Lógvatak Um Samstarvið Millum Grønland Og Føroyar 05062025

Gitte Adler Reimer er rektari á Ilisimatusarfik. Her taka hon og Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, lógvatak, nú formlig samstarvsavtala er undirskrivað

05.06.2025
Setrið

Formligt samstarv millum føroyska og grønlendska universitetið

Í dag varð avtala undirskrivað millum Fróðskaparsetur Føroya og Ilisimatusarfik í Grønlandi, sum skal rudda slóð fyri samstarvi um undirvísing, gransking og fyrisiting á universitetunum báðum

- Hendan avtalan skal ikki í nakra skuffu, men fremjast í verki.

Gitte Adler Reimer, rektari á universitetinum í Grønlandi, smíltist, meðan hon segði nakað soleiðis, tá hon og setursrektarin fyrr í dag skrivaðu undir nýggja samstarvsavtalu millum universitetini bæði.

Avtalan, sum í fyrsta umfari gongur yvir fimm ár, skal styrkja um bondini millum Føroyar og Grønland við tí fyri eyga at menna vitan og útbúgving í Útnorðri.

Ein hornasteinur í avtaluni er flytføri hjá akademiskum starvsfólki millum setrini bæði fyri at menna vitanarumhvørvið tvørfakliga. Talan kann vera um undirvísing hvør hjá øðrum í styttri tíðarskeið, gestafyrilestrar ella størri granskingarsamstørv. Universitetini ætla eisini at samstarva á fyrisitingarliga og tekniska økinum og læra hvør av øðrum m.a. um at menna útbúgvingar av felags áhuga, at styrkja um lestrarfyrisitingarnar, tryggja góðskuna í útbúgvingunum og samstarva um ph.d.-skúla.

Í november í fjør vóru starvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya á vitjan á universitetinum í Grønlandi. Tað var í sambandi við, at Setrið hevði fingið fígging frá Norðurlendska Ráðharraráðnum til eina verkætlan um "fyrisitingarnetverk millum smá universitet í Arktis".

Á arbeiðsskránni vóru verkstovur, fundir og kunning, sum høvdu til endamáls at eyðmerkja viðurskifti, sum áttu at verið fevnd av komandi samstarvi. Síðani ferðina hava partarnir samskift um innihaldið í samstarvsavtaluni, sum eisini skal styrkja báðar partar til at kunna søkja um fígging til gransking í Arktis, har áhugamálini eru felags. 

Gitte Adler Reimer kom ikki við tómum hondum til Føroya. Hon hevði ein grønlendskan "ulu" við sær, sum rektarin á Fróðskaparsetrinum tók ímóti. Í gomlum døgum brúktu kvinnurnar í Grønlandi hendan knívin til at flæsa kóp og onnur djór. Hann er handgjørdur, skaftið er úr furu, og figurarnir skornir úr reindýrahorni

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 06 06 At 16 43 09 Setrið Skal Greina Amerikanskar Ætlanir Í Arktis

    Setrið skal greina amerikanskar ætlanir í Arktis

  2. flagg setur (2).jpg

    Nýtt tilboð: Blív miðnámslærari í tveimum fakum upp á fimm ár

  3. Elisabeth Holm SSS 2.jpg

    Anna-Elisabeth Holm í uppskoti at fáa BAAL Book Prize