Skriva út

Føroya Grótvirki partur av altjóða netverkinum ECONOMUSÉE

Í morgin, hósdagin 15. mars kl. 14, letur Føroya Grótvirki upp sum partur av altjóða netverkinum ECONOMUSÉE. Hetta er úrslit av tilgongd seinastu trý árini í verkætlanini Economusée Craft Reach.


Undir heitinum Economusée - Føroya Grótvirki, hevur virkið fingið eitt eyka bein at standa á, ið er ferðavinnan. Sum virkin partur av altjóða Economusée netverkinum fær virkið eisini leiklutin at styrkja og stuðla undir, at siðbundið handverk ikki hvørvur og harvið tann kunnleikin, ið er borin úr hond í hond í øldir. 

Umframt at veita innlit í handverkið og framleiðslugongdina á virkinum, verður eisini kunnað um søguna og mentanina aftan fyri handverkið. Eisini verða tiltøk skipað, ið stuðla undir kunning og upplivingar í lokalsamfelagnum. 

Í desember 2013 keyptu brøðurnir Heini og Høgni Tausen Grótvirkið í Skopun. Hetta er einasta virki av hesum slag í Føroyum. Síðani tá hava teir undir heitinum Føroya Grótvirki veruliga fingið gongd á grótvirkingina aftur, og hava longu framleitt fleiri stórverk, eitt nú trappuna í miðbýnum í Tórshavn. 

Verkætlanin er fíggjað av Fróðskaparsetri Føroya og NPA - The Northern Periphery and Arctic Programme.  Hini londini í verkætlanini eru Ísland, Norra, Svøríki, Grønland og Írland, umframt Kanada, ið eigur tað upprunaliga konseptið. 

Verkætlanin endar í apríl 2018. Eftir hetta verður netverkið skipað í Economusée Føroyar, har málið er at menna fleiri virki at koma við í netverkið.

Øll eru vælkomin 

Teistin siglir av Gomlurætt kl. 11.15 og av aftur Skopun 16.35