Turið Sigurðardóttir
17.04.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Føroyamálsdeildin og “Centre for Nordic Studies” skifta um undirvísing á netinum

“Centre for Nordic Studies”, sum hoyrir til University of Highlands and Islands í Skotlandi og oyggjunum norðanfyri, nýtir í stóran mun fjarundirvísing í sínum virksemi. Avgjørt varð tí, at deildirnar skuldu bjóða fyrilestrar sum fjarundirvísing hvør hjá aðrari.


19. mai 2011 vitjaði umboð fyri “Centre for Nordic Studies” í Scalloway í Hetlandi  Føroyamálsdeildina. Andrew Jennings, doktari í fornfrøði,  segði frá tí nýliga stovnaðu miðstøðini fyri norðurlandagransking í Scalloway, umboð fyri Føroyamálsdeildina greiddi frá virksemi hennara og orðaskifti var um samstarvsmøguleikar.

“Centre for Nordic Studies”, sum hoyrir til University of Highlands and Islands í Skotlandi og oyggjunum norðanfyri,  nýtir í stóran mun fjarundirvísing í sínum virksemi. Avgjørt varð tí, at deildirnar skuldu bjóða fyrilestrar sum fjarundirvísing hvør hjá aðrari.

Í gjár helt Turið Sigurðardóttir fyrilestur um føroyskar bókmentir fyri luttakarum í Scalloway og aðrastaðni har í oyggjunum. Í mai heldur Silke Reeploeg, lektari á Centre for Nordic Studies, fyrilestur um hetlendskar bókmentir fyri lesandi á Fróðskaparsetri Føroya.