03.03.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Føroyamálsdeildin væl umboðað á Orðabókaportalinum

Fleiri orðabøkur, sum eru gjørdar á Føroyamálsdeildini ella av fólki, ið hava ella hava havt tilknýti til deildina, eru á orðabókaportalinum.


Nevnast kann Føroysk orðabók (Móðurmálsorðabókin), sum varð ritstjórnað av fólki á deildini, t.e. av Jóhan Hendriki W. Poulsen,  Jógvani í Lon Jacobsen, Anfinni Johansen, Zakarisi S. Hansen og Marjuni Simonsen.

Føroysk orðabók varð brúkt sum grund undir føroyskari-danskari orðabók, sum Zakaris S. Hansen ritstjórnaði saman við Hans Joensen. Zakaris S. Hansen hevur eisini ritstjórnað Yrkisorðabókina, sum liggur á orðabókaportalinum. Hon er ikki til í pappírsformi, bara teldutøk, og tað vísir ta leið, sum orðabókaarbeiði í framtíðini helst fer at ganga, nevniliga at tær bara vera elektroniskar.

Tann danska-føroyska orðabókin, sum Hjalmar P. Petersen ritstjórnaði saman við Mariusi Staksberg, er nú eisini loksins komin á portalin. Hon er eitt alternativ til ta donsku-føroysku orðabókina, sum annars er. Eisini er Tiltaksorðabókin, sum Hjalmar P. Petersen ritstjórnaði, nú komin á portalin. Páll Isholm skrivaði inngangin í teirri bókini. Samheitaorðabókin hjá Henningi Thomsen varð eisini gjørd í tøttum samstarvi við granskarar á Føroyamálsdeildini, m.a. við at Henning fekk eina rúgvu av tilfari frá Føroyskari orðabók. Italsk-føroysk  orðabók eftir Gianfranco Contri varð gjørd í samstarvi við Føroyamálsdeildina, har Jógvan í Lon Jacobsen var hjálparritstjóri.

Í stuttum kann sigast, at tað hevði verið tómligt á orðabókaportalinum, um ikki bøkurnar, sum eru gjørdar á Føroyamálsdeildini og av fólki, ið hava tilknýti til deildina, vóru við á orðabókaportalinum.