02.09.2019
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Føroyingar og afrikanarar skipa fyri altjóða skeiði í Tansania um landgrunsrætt

Mánadagin 2. september byrjar summarskeiðið í havrætti Summer Academy on the Continental Shelf 2019 (SACS). Annað ár á rað verður hetta skeið hildið í Arusha, Tansania sum partur av menningarsamstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya (Setrið), Jarðfeingi, danska GEUS og African Institute of International Law í Arusha (AIIL).

Skeiðið er annað av sínum slag og hevur sum endamál at menna førleikar hjá menningarlondum innan landgrunsviðurskifti, har Føroyar hava holla vitan og royndir. Tað er í høvuðsheitum fíggjað av játtanini til menningarsamstarv frá Føroya landsstýri og er knýtt at eini samstarvsavtalu millum Setrið og AIIL. Framman undan varð skeiðið hildið tríggjar ferðir í Føroyum.

Umleið 20 av teimum stívliga 30 luttakarunum eru úr 10 ymiskum afrikanskum londum, meðan onnur koma úr øðrum londum kring um í heiminum. Vagn Joensen, formaður í altjóða revsirættardómstólinum fyri fólkamorðið í Rwanda, limur í vísindaliga ráðnum í AIIL og føroyingur í faðirætt, setti ársins SACS.

Undirvísarar á skeiðinum eru m.a. føroyingarnir Bjørn Kunoy, løgfrøðingur og leiðandi umboð landsstýrisins í marknamálum, Martin Heinesen, jarðfrøðingur og limur í Landgrunsnevnd ST (CLCS), og Finn Mørk, jarðfrøðingur og serkønur í landgrunsmálum á GEUS. Millum aðrar undirvísarar eru altjóða serkønir løgfrøðingar og aðrir limir í CLCS.

Les meir um skeiðið SACS á heimasíðuni hjá Setrinum her


Luttakarar á SACS2019

Vagn Joensen heldur røðu