Føroyamálsdeildin
12.11.2008
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Føroysk bókaútgáva í Hollandi

6. november kom bókin Windvlinders. Poëzie van de Faerøer (Vindfirvaldar. Yrkingar úr Føroyum) út á samkomu á universitetinum í Groningen í Hollandi.


Hósdagin 6. november kom bókin Windvlinders. Poëzie van de Faerøer  (Vindfirvaldar. Yrkingar úr Føroyum) út á samkomu á universitetinum í Groningen í Hollandi. Ritstjóri og týðari er Roald van Elswijk og forlagið eitur Wilde Aardbeien (Vill jarðber).

 

Átta yrkjarar eru umboðaðir í savninum:

  • Sigri Gaïni
  • Guðrið Helmsdal
  • Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard
  • Carl Jóhan Jensen
  • Astrid Joensen
  • Jóanes Nielsen
  • Tóroddur Poulsen
  • Kim Simonsen

Malan Marnersdóttir hevur skrivað eftirmæli um føroyska modernismu. Sigri Gaïni las upp á útgávusamkomuni og seinni á degnum  í verkstovuni um at týða føroyska yrking. (Bókin hevur ISBN 978 90 79873 01 2 NUR 310.)

 

Bókaútgávan fór fram á ráðstevnu Cultural Transfer and Minor Language Areas á universitetinum í Groningen. Malan Marnersdóttir helt fyrilesturin Towards a Monolingual Faroese Literature. Harumframt vóru stak áhugaverdir fyrilestrar um nýnorskar og frísiskar bókmentir og um útlagnar høvundar frá Balta- og Balkanlondunum.