Bjørn Kunoy, adjungeraður professari á Setrinum eigur eina grein í Japanese Yearbook of International Law (Foto: wikipedia)
Brynhild Thomsen
30.03.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Føroysk grein í tíðarriti um altjóðarætt

Altjóða lóg loyvir ikki at áseta landgrunsmarknalinju, sum tillutar ytralandgrunn til eitt land, tá ið talan er um øki, sum er innan fyri 200 fjórðingar hjá grannalandi

Eitt av tyngstu tíðarritinum í Asia um altjóða rætt, Japanese Yearbook of International Law, hevur í seinasta ársritinum føroyskt íkast.

Tað er Bjørn Kunoy, adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum, sum hevur skrivað greinina, ið hevur heitið, "How Deep is Your Love: Intercrossing of Inner and Outer Continental Shelf Entitlements. Talan er um ársútgávuna fyri 2019, og greinin er á síðunum 335–375.

Japanese Yearbook of International Law er komið út síðani 1956.

Greinin hjá Bjørn Kunoy viðger spurningin, um ein ytri landgrunnur (ytrumegin 200 fjórðingslinjuna) kann toyggja seg inn á innara landgrunsøkið hjá grannalondum, t.e. inn um 200 fjórðingar.

Talan er um eitt evni, sum er í miðdeplinum á fleiri millumtjóða trætum.

Í greinini kemur Bjørn Kunoy til ta niðurstøðu, at altjóða lóg ikki loyvir at áseta landgrunsmarknalinju, ið tillutar ytralandgrunn til eitt land, tá ið talan er um øki, sum er innan fyri 200 fjórðingar hjá grannalandi.

Greinin er grundað á eitt fyrsta og síðani annað útgangsstøði.

Við støði í altjóða sáttmálarætti verður hildið fast í, at ein ytrilandgrunnur hjá landi A ikki kann toyggja seg inn á eitt 200-fjórðingsøki hjá landi B. Harnæst, á einum einum subsidierum grundarlagi, verður hugt eftir praksis hjá londum, og um sigast kann, at hetta kann metast at vera altjóða siðvenjurættur.

Bjørn Kunoy kemur til ta niðurstøðu, at praksis hjá londunum er í samsvari við treytirnar í altjóða siðvenjurættu, hóast talan ikki er um eins orðaðan praksis, og at hesin siðvenjurættur somuleiðis stuðlar upp undir niðurstøðuna, ið er grundað á tað fyrsta útgangsstøðið.

Lesast kann meira um ritstjórnina í Japanese Yearbook of International Law her.