10.03.2015
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Føroysk mállæra I. Kyn, orðmyndan og bending - er komin út

Høvundur er Hjalmar P. Petersen. For- og baksíðuna hevur Beinta Gudmundsen gjørt, og Føroyaprent hevur prentað. Lena Reinert hevur verið við til at rættlisið bókina. Bókin er 218 blaðsíður og kostar 250 krónur í bókhandlunum.


Bókin er ein deskriptiv lýsing av kyni, orðmyndan og bending í føroyskum, og hetta er fyrstu ferð, at kyn og kynstillutan eru viðgjørd so umfatandi í eini føroyskari mállæru. Eisini er ein rættiliga drúgv umrøða av orðmyndan, nakað, sum heldur ikki hevur verið gjørt so nógv burtur úr fyrr. Orðmyndan er, har eitt nú samansetingar sum dagsverk verða gjørdar. Orðmyndan er eisini um avleiðslur sum vinur og tað avleidda orðið óvinur. Í orðmyndanarpartinum er eisini eitt petti um klipping, sum tá ið vinkona verður til vinka.

Í bendingarpartinum eru onkur smávegis frávik frá vanligum mállærum. Millum annað eru skerpingarsagnorðini sett upp sum serstakur bólkur, t.e. sagnorð sum at rógva.

Bókin er ætlað teimum, ið hava áhuga fyri føroyskum, men hon kann eisini nýtast sum frálærubók á Fróðskaparsetrinum (Føroyamálsdeildini og Námsvísindadeildini), og kann nýtast í miðnámsskúlum.

Hetta er fyrsta bind av ætlaðum trimum bindum. Annað bind verður um setningafrøði og triðja bind um ljóðlæru.