Annika Sølvará
01.05.2007
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Føroysk orðabók á netinum

Orðabókagrunnurin hevur fingið heimasíðu og hevur lagt Føroyska orðabók (eisini nevnd Móðurmálsorðabókin) á netið.


Síðani 1964 hevur Orðabókagrunnurin virkað fyri at skriva og geva út føroyskar orðabøkur. Christian Matras stovnaði grunnin við virðisløn, hann hevði fingið fyri málfrøðiligu gransking sína, og hevur grunnurin starvast í góðum samstarvi við aðrar stovnar síðani. Í mong ár tók Fróðskaparfelagið sær av at geva út orðabøkurnar, tí er Orðabókagrunnurin ikki so kendur millum manna, men grunnurin hevur verið við til allar tær kendu orðabøkurnar, Føroysk-donsku, Donsk-føroysku og Føroysku orðabókina.

Við nýggjum viðtøkum í 2003 gjørdist grunnurin minni heftur at øðrum stovnum og verður tí sum frá líður sjónligari. Fyrsta útgávan hjá grunninum undir egnum navni er á neti heldur enn á prenti – áðurnevnda netútgáva av føroysku orðabókini.

Orðabókagrunnurin hevur fingið heimasíðuna www.obg.fo. Á hesum síðum verður ymiskt gjørt burtur úr føroyskum máli og málgransking. 

Fegnast eru vit tó um, at Føroyska orðabókin við leitiskipan nú er tøk á internetinum. Hetta er gjørt í samstarvi við Føroysku málnevndina (www.fmn.fo). Teldufrøðingurin Heini Justinussen hevur ment skipanina fyri grunnin, og verður hon vónandi hent málsligt amboð hjá mongum. Henda útgávan verður ókeypis, men aðrar teldutøkar útgávur verða fólk at gjalda fyri. Inntøkur grunsins verða nýttar at skriva og geva út fleiri orðabøkur. 

Orðabókagrunnurin vil samstundis heita á myndugleikar, stovnar og fyritøkur um at stuðla grunninum at fáa fleiri orðabøkur skrivaðar. Føroyska orðabókin kom út fyri níggju árum síðani og eigur sum allar meginorðabøkur at verða endurskoðað og givin út av nýggjum. Grunnurin fyrireikar í løtuni orðabøkur millum føroyskt og týskt og millum føroyskt og danskt, men enn vanta orðabrýr til onnur stór heimsmál og grannamál, umframt at stórur tørvur er á serligum orðabókum, til dømis skúlaorðabókum, tøkniorðabókum og teldutøkum orðabókum.

Orðabókagrunnurin fegnast um, at eisini onnur geva út føroyskar orðabøkur, og vónar, at gott samstarv verður um at menna føroyska málið sum orðabókamál. Helst áttu fimm til tíggju ársverk at verið sett av til orðabókasmíð og orðabókarøkt. Grunnurin fer at søkja sær stuðul at nærkast hesum máli.

Við Føroysku orðabókini ókeypis á netinum er týðandi stig tikið at menna føroyskt mál.

(nevndin) 
Kári á Rógvi, Eivind Weyhe og Jógvan í Lon Jacobsen