Uni K. Petersen (Jarðfeingi), R. James Brown, Morten S. Andersen (Náttúruvísindadeildin)
08.05.2012
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Føroysk seismikk grein í Geophysical Prospecting

Úrslit frá seimiskum kanningum á Glyvursnesi eru almennakunngjørd í altjóða vísindatíðarritið. Teir tríggir rithøvundarnir eru allir knýttir at Náttúruvísindadeildini.


Í 2003 varð seismikkur skotin á Glyvursnesi, sum ein partur av SeiFaBa-verkætlanini. SeFaBa er stytting av Seismic and petrophysical properties of Faroese Basalts, ið er fulla navnið av verkætlanini, sum verður fíggjað av oljufeløgunum í Sindri samtakinum. Úrslit frá hesum kanningum eru nú almennakunngjørd í nýggjari vísindagrein. Rithøvundarnir eru Uni Petersen, PhD-lesandi, sum nú starvast á Jarðfeingi, R. James Brown, ið er professari á Náttúruvísindadeildini og á Universitetinum í Stavanger, og Morten S. Andersen, ið starvast á GEUS í Danmark og er adjungeraður professari á Náttúruvísindadeildini.

Greinin viðger mátingar av tíðini, sum seismiskar aldur brúka at ferðast frá einum av fleiri ljóðkeldum, til ein av fleiri lurtistøðum. Mátingarnar verða samanbornar við myndlum av undirgrundini, og telduútrokningar av ferðingartíðunum hjá seismisku aldunum. Soleiðis ber til at meta um seismisku ferðunum í grótinum undir Glyvursnes, og harvið at áseta hvussu undirgrundin er uppbygd.

Metingarnar av ferðingatíðunum kunnu tó broytast nakað, alt eftir hvat fyri støddfrøðilig viðger verður brúkt. Rithøvundarnir eru kortini komnir fram til ein ávísan framgangshátt, sum gevur eina ferðfordeiling rættuliga lík henni, sum man veit er í lagdeildum basaltflágum líknandi teimum í Enni Formatiónini undir Glyvursnes.

Í síðsta enda vilja hesi úrslit geva betri viðgerð av seismiskum data úti á Landgrunninum og eru eitt av fleiri klípum í oljuleitingini á Atlantsmótinum.

 

Lagt út: Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin