31.08.2007
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Føroyska músin

Føroysku mýsnar í Hesti, Fugloy, Mykinesi og Nólsoy eru vestanmýs, meðan tær í Sandoynni og í Havnini eru ein blandingur av vestan- og eystanmýs.


Hetta er nú endaliga staðfest við DNA-kanningum, sum Heidi Hansen og Noomi Gregersen hava gjørt í samband við bacherlorútbúgvingina í lívfrøði á Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum. Heitið á ritgerðin er:

"A study on the Faroese mice: an attempt to clarify whether the Faroese mice are Mus musculus musculus or Mus musculus domesticus, if the mice are different between the islands and the origin of the mice"

Endamálið við kanningini var at staðfesta, hvat slag av mús vit hava í Føroyum, og hvaðani føroyska músin hevur sín uppruna.

 

FØROYSKA MÚSIN ER ØÐRVÍSI

Føroysku mýsnar eru í nógvar mátar øðrvísi, enn vit kenna tær aðrastaðni. Serliga er tað støddin, ið granskarar hava givið sær far um. Føroyska músin er norðasta villa húsmúsin, ið livir frítt úti í náttúruni. Húsmýs eru vanliga kendar fyri at liva tætt upp at húsum, har fólk búgva. Men í Føroyum uppføra tær seg øðrvísi, tí flestu teirra liva vilt úti í náttúruni alt árið. Hetta er ikki kent í øðrum londum. Møguliga er tað hetta, ið hevur givið henni longri afturbein, so hon betur kann renna og klintra í fjøllum og fuglabjørgum. Tað, at mýsnar í Føroyum liva lutvíst avbyrgdar, sum eitt nú í Fugloy og í Mykinesi, kann eisini hava ført við sær, at tær fáa eginleikar, ið er ein serlig tillaging til júst hetta staðið. Hetta ger, at munur verður millum mýsnar í teimum ymisku oyggjunum.      

 

HVAÐANI KEMUR FØROYSKA MÚSIN?

Tá ið mýs ikki klárar at svimja serliga langt, tykist ongi ivi vera um, at húsmúsin ótilætlað er innførd til Føroya av fólki. Men so er spurningurin, hvør hevur borið hana higar: Vóru tað teir írsku munkarnir, ið fyrstir búsettu seg her, ella vóru tað víkingarnir, ið komu seinni. Ella kanska vóru tað sjórænararnir, ið komu higar við jøvnum millumbili? Í dag ber til at avdúka hetta við DNA-kanningum.

 

EYSTANMÚS ELLA VESTANMÚS?

Granskarar skilja í dag í millum tvey sløg av húsmýs: Eystanmús (Mus musculus musculus) og vestanmús (Mus musculus domesticus). Um okkara leiðir finst eystanmúsin í Íslandi, Norra, Svøríki og í eystari parti av Danmark, meðan vestanmúsin livir í Týsklandi, vestara parti av Danmark, og í teimum bretsku oyggjunum. Tað er tó ikki heilt greitt, hvat av hesum báðum músasløgunum, vit hava í Føroyum. Er músin komin sunnanífrá við teimum írsku munkunum ella víkingum úr Hetlandi, Orknoyggjunum ella Írlandi, so er helst talan um vestanmús, sum vit hava í Føroyum. Eru tað hinvegin víkingarnir úr Norra ella eystanífrá, sum hava borið okkum hana, so er tað eystanmúsin, sum vit hava í Føroyum.

Kanningarnar hjá Heidi og Noomi skuldu avdúka hendan loynidómin. Við nýmótans DNA-tøkni, ber til staðfesta, um talan er um eystan- ella vestanmús, sum vit hava í Føroyum. Eisini ber til, við vitanin um arvaeindirnar, at siga, hvør ið hevur borið okkum hana. Kanningin vísti, at mýsnar í Hesti, Fugloy, Mykinesi og Nólsoy eru vestanmýs og líkjast mest mýsnum í Danmark, Týsklandi og Svøríki, meðan mýsnar í Sandoynni og í Havnini eru ein blandingur av báðum sløgunum og líkjast mýsnum úr Norra og Bretlandi.

Les eisini greinina “Í fótasporunum hjá føroysku músini” sum Noomi Gregersen skrivaði í Dimmalætting 1. juni 2007.

 

 

EyM