Malan Marnersdóttir
07.10.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Føroyskar bókmentir á ráðstevnu í Eysturríki

Malan Marnersdóttir hevur tikið lut á altjóða ráðstevnu um norðurlendsk mál, mentan og søgu. Í ár var ráðstevnan hildin í Wien.


ATDS, Arbeitstagung der deutschsprachige Skandinavistik er ráðstevna hjá teimum, sum granska og undirvísa í norðurlendskum málum og bókmentum, norðurlendskari søgu og mentan í Týsklandi, Eysturríki og Sveis. Í ár var hon í Wien í Eysturríki. Fyrrapartarnar vóru høvuðsfyrilestrar og seinnapartin arbeiðsbólkar.

Høvuðsfyrilestrarnir vórðu hildnir í prýðiliga, men aukustiskt ræðuliga, veitslusalinum á Wienaruniversitetinum. Martin Schulte frá Høgskolen í Volda greiddi frá kenningum í norrønum skaldskapi í sambandi við kognitivan poetikk, og Erik Skyum-Nielsen frá universitetinum í Keypmannahavn hevði stak áhugaverdan fyrilestur um stuttprosa í skandinaviskum bókmentum.
Arne Torp, professari á universitinum í Oslo, bar kortini av øllum. Hann helt ein framúr greiðan og ikki minst skemtiligan fyrilestur um mýtur og fakta um tey norðurlendsku málini. Hann beindi m.a. fyri tí gamla býtinum millum eysturnorðurlendsk mál (danskt og svenskt) og vesturnorðurlendsk mál (norskt, føroyskt og íslendskt), sum vil vera við, at málini eru skillig í hesum báðum bólkum. Í roynd og veru skilja norðmenn og sviar hvør annan hampuliga væl, men danir skilja ikki síni grannamál og grannarnir skilja sum heild ikki teir. Eingir skandinavar skilja føroyingar og íslendingar, men teir skilja heldur ikki hvør annan serliga væl. Talan er í øllum hesum førum um meirilutarnar í londunum. Í staðin fyri hetta siðvanda býtið mælti Arne Torp til at skilja millum oyggjanorðurlendskt (føroyskt og íslendsk) og skandinaviskt, sum hann aftur skifti sundur í norðurskandinaviskt (norskt og svenskt) og suðurskandinaviskt (danskt). Hetta nýggja sundurbýtið skal vísa, hvussu málini bólka seg í dag við atliti at, hvussu grannarnir skilja tey.

Ein av arbeiðsbólkunum kallaðist Postkoloniala Norðuratlantshavið – Ísland, Grønland og Føroyar. Í hesum bólki vóru ellivu fyrilestrar. Fýra lýstu grønlendsk viðurskifti. Kirsten Thisted lektari á KU tosaði um, hvussu nýggja grønlendska sjálvstýri nýtir “branding” til frama fyri avkolonisering. Lill-Ann Körber frá Humboldt- universitetinum í Berlin tosaði um nútímans myndlist, og Birgit Kleist Pedersen, lektari á Ilisimatusarfik spurdi speiliga, um post-kolonialisma hevur nakað fyri sær í nútímans grønlendskum bókmentum. Ebbe Volquardsen, sum eisini starvast á Humboldt- universitetinum í Berlin, bar stuttsøguna “Isbjørnen” eftir Henrik Pontoppidan saman við “Kalak” eftir Kim Leine.

Føroysku íkastini vóru framløga hjá Ann-Kari Skarðhamar, Høgskolen í Oslo, um postkolonial sjónarmið í skaldsøguni Havsins hjarta eftir Gunnar Hoydal. Malan Marners¬dóttir lýsti føroysku týðingarnar av skaldsøgum hjá Williami Heinesen, sum úrslit av tjóðskaparligari málrøkt. Í støðum skerja týðingarnar skaldsligu víddirnar, leggja týðandi partar av persónslýsingum burturúr og beina fyri tilsipingum til forna suðurevropeiska mentan og seta norrøna mýtologi í staðin.  Bergur Rønne Moberg, Universitetið í Keypmannahavn tosaði um føroyskar bókmentir, serliga ritverkið hjá Williami Heinesen, sum heimsbókmentir.

Bólkurin Postkoloniala Norðuratlantshavið á ATDS 2011 er byrjanin til víðari samstarv, sum í fyrstu atløgu miðar eftir at savna framløgurnar og geva tær út. Bólkaleiðararnir, Ebbe Volquardsen, sum hevur verið á altjóða málskeiði á Føroyamálsdeildini, og Lill-Ann Körber verða ritstjórar.

Arbeiðsdagarnir hjá týsktmælta skandinavistikkinum eru annað hvørt ár. Í 2013 verða teir í Tübingen.