06.12.2019
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Føroyskt Lógar Rit aftur á breddanum

Føroyskt Lógar Rit (FLR) er óheft løgfrøðiligt tíðarrit, ið hevur til endamáls at skipa og útgeva tilfar, ið lýsir og greinar mál av týdningi fyri føroyska løgdømið. 

FLR hevur síðani 2001 virkað fyri dygdargóðari og fakligari viðgerð av løgfrøðiligum avbjóðingum í føroyska samfelagnum. 

Av ymiskum orsøkum hava ongar útgávur verið í seinastu árini, men ynskir virkandi ritstjórnin aftur at bjóða lesandi, lógkønum og áhugaðum til ritstjórnarfund í FLR mánakvøldið 9. desember kl. 19:00 í Jónas Broncksgøtu 25, veghæddin

Skráin til fundin mánakvøldið er hendan:

  1. Val av ritstjórn
  2. Viðtøkubroytingar
  3. Komandi útgávur