30.12.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Føroyskt samtíðarprosa avýtað á bókadøgunum í november 2013

Ein av teimum nýggju prosabókunum er The Absent Silver King, sum tó ikki er bert prosa.


Bókmentir sveima ikki í leysari luft. Gjøgnum tungumálið, innihaldið og umstøðurnar eru tær treytaðar av samfelagnum rundanum. Tað er galdandi bæði fyri høvundin, verkið, kritikaran og aðrar lesarar. Bókmentir eru ikki bara málslig tiltøk, tær eru eisini samfelagslig tiltøk, og eins og alt samfelagsligt verða tær til í ávísum valdsviðurskiftum. Hava eina materiella tilveru, eina politiska og búskaparliga vídd, og ikki at gloyma, tær hava eitt íborið samband við aðrar tekstir. 

     Sama við kritikaranum og lesaranum annars, báðar ella báðir eru staðsettir í samfelagnum, bundnir at einum ávísum sjónarhorni, støðu, tíð og stað í tulking síni. Ikki tveir lesarar fáa 100 % tað sama burturúr. Tað er tað, sum ger tað áhugavert at skifta orð um og hvessa og dýpa tey ymisku sjónarmiðini og lata tey umskarast og broytast í kjaki. 

     Føroyskar bókmentir svambla í tí stóra tíðarstreyminum, damla í afturundirgerðum, við og móti rákinum, og detta viðhvørt á deyðavatn. Føroyskt nútíðarprosa eigur bæði beinleiðis samfelagskjakandi realismu, modernismu og postmodernismu.

     

Samfelagskjakandi realisma og nýrealisma

Oddvør Johansen viðgjørdi í 2002 ta fesku samfelagskreppuna og avleiðingar hennara fyri einstaklingin í Tá ið eg havi málað summarhúsið;  Bergtóra Hanusardóttir sigur í skaldsøguni Burtur (2006) menningarsøguna hjá tí unga studentinum, gentuni, sum fer til Keypmannahavnar at fáa sær hægri útbúgving í 1960’árunum; Marianna D. Dahl skrivaði í 1980-árunum samfelagskjakandi samtíðarskaldsøgur (Lokkalogi, Onglalag, Faldalín) og í 1997 sjálvsævisøguna Úti á leysum oyggjum. Jóanes Nielsen er ein teirra, ið mest hava skrivað av samfelagskritiskum prosabókmentum síðan 1990: Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar sum vit eiga í Føroyum, Páskaódnin, har Jóanes, so samtíðarligur, sum tað ber til at vera, lýsir bankaskrædlið í myndamáli um tiptar kloakkir í Havn, og Glansbílætasamlararnir. Vida Akselsdóttir Højgaard skrivaði sama ár, 2005, skaldsøguna Mørk, eina kvinnuliga menningarsøgu um bygdargentu, ið kemur til Havnar, fær arbeiði, býr í leigaðum kamari og upplivir, at brotið verður inn um hennara persónligu mørk sum menniskja og kvinna.

 

Modernisma og postmodernisma

Hitt sterkara rákið í føroyskum samtíðarprosa er tað modernistiska og postmodernistiska. Har eru høvundar sum Hanus Kamban við fantastisku og dýstopisku søgunum í Pílagrímum (2001) og Gullgentuni (2010); Sólrún Michelsen við minimalismu, sálarfrøði og óvæntaðum sjónarhornum í stuttsøgusavninum Rottan (2011) og tí poetisku skaldsøguni Hinumegin er Mars (2013) um, hvussu vit skapa veruleika og sjálvsfatan okkara gjøgnum okkara óstøðuga og svíkjandi minni, og Marjun S. Kjelnæs við djúpskygdum sálarlívslýsingum í sýmbolistiskum søgum í Einum farra av kolvetni (2011).  

     Eisini Jóanes Nielsen nærkast fantastikkinum í Brahmadellunum (2011). Ósøgur (2005) eftir Carl Jóhan Jensen er ein eftirkomari hjá hámodernismuni, har ein óskjalfest Føroya søga 1860-1960 verður søgd í staðin fyri ta væl kendu bjartskygdu søguna um menningina av nútíðar-Føroyum. Hon verður søgd við intensum røddum, sum glíða saman og greina seg sundur, og er staðsett í einari villingarsamari gandakendari landafrøði.

 

Tvørlistarlig útgáva

Millum tær nýggjastu prosabøkurnar er ein bók, sum tó ikki bara er prosa:  The absent Silver King, Poems, short-stories and music (2013), fyrsta bókin hjá Trygva Danielsen. Hon kom út í september. Trygvi hevði tó havt tekst á prenti fyrr, søguna Lív, sum stóð í Vencili nr.12 2012, og hon stendur sum fyrsti prosatekstur í tí nýggju bókini. Bókin hevur káputekst á enskum, og fløgan, sum fylgir við, er eisini á enskum; men bókin sjálv er á føroyskum. Ta fantastisku kápumyndina hevur Jón Sonni Jensen gjørt. Jón Sonna kenna vit m.a. frá útgávum hjá Bókadeildini.

     The Absent Silver King er stuttsøgur, yrkingar og tónleikur. Eg komi ikki inn á tónleikin. Teksturin í bókini tekur tey heilt stóru klassisku temuni fyri: kærleika, erotikk, samleika, normar og tilvit, og lýsir tey frá aktuellum sjónarhornum og í formi, sum rakar mitt inn í samtíðina. 

     

Ein nýggj bygdarsøga

Ein av søgunum eitur ”Bygdin”, ein mentanarkritisk dømisøga um siðvenjur, sum forða fyri menniskjansligum samskifti og -lívi. Søgan er í fýra pørtum ella satsum, tí at frammanfyri  er tilskilað, at tematónleikur sigur, at nú byrjar bygdin, og aftaná stendur, at tematónleikur sigur frá, at nú endar bygdin. Satsirnir eita Undir brúnni rennur vatn, Vatnið rennur undir brúnni, Træið og Likam. 

     Bygdin, sum talan er um, stendur millum himmalhøg hóttandi fjøll og er býtt sundur í tveir býlingar av einari gjógv, sum tekur seg upp høgt uppi í fjallinum, og ánni, sum rennur gjøgnum gjónna. Tvørtur um ánna er ein brúgv, ið eingin gongur um. Ein dagin er smádrongurin Tummpau, sum er øðrvísi enn hini og ikki “harðasti steinurin í grótbrotinum” (s. 41), við ánna, og sær eina gentu hinumegin; tað er fyrstu ferð, at hann sær nakran av teimum, sum búgva hinumegin, so nær. Tey fara at tosa saman, hóast gentan er errin og sigur, at mamma hennara vil ikki, at hon skal fylgjast við “hansara slagi”. Tá ið hann spyr, hvat slag tað er, sigur hon, at hann er ein ”av hinum” (s. 42) og at ”eg eri ein av okkum, og tú ert ein av tykkum”. Tummpau heldur fyri: ”Ókey, so mugu vit heldur gevast at tosa”. Gentan er kortini so forvitin, at hon heldur fram at tosa við Tummpau, til ein hørð kvinnurødd rópar á hana og spyr, hvat hon ger har, og hon følin og samankropin fer avstað.

     Í øðrum satsi, Vatnið rennur undir brúnni, situr Tummpau aftur við ánna og vónar at síggja gentuna. Men í staðin kemur Deyðin, sum heldur vil kallast Lagnan, ein vakur maður, ungur av útsjónd, vassandi til hansara. Hann prátar við Tummpau um sítt starv: Eitt er, at ónd tilvild kann gerast lagna; men mong eru blind og deyv, sálin liggur í dvala; tey eru ikki tilvitað um, at tey eru til, og lagna teirra verður hareftir. Men ikki bara tað, tí hesi ótilvitaðu, í fluttari merking blindu og deyvu, hava ávirkan á lagnuna hjá øllum øðrum. Og Deyðin lærir Tummpau, at hann longu er partur av lagnuni hjá gentuni, sum hann hevur sæð hinumegin ánna.

     Skilnaðurin í bygdini, sum eingin veit orsøkina til, heldur bara fram.

     Fjórði satsur av bygdarsøguni, ein av teimum ósiðbundnu kærleikssøgunum í bókini, eitur ”Likam”. Hon byrjar, tá ið frásøgumaðurin kyssir fyrstu ferð, og endar beint eftir, at hann er deyður. Kossurin hevur við sær hjúnaband, hveitibreyðsdagar eftir uppskrift, men síðan eitt hjúnalív, sum følnar burtur. 

     Kossurin verður lýstur poetiskt; hann er ikki natúrligur ella sjálvsagdur, men verður fingin í lag við hjálp frá einari víndrúvu, sum er keypt í dýrum dómum, faktiskt fyri hýruna frá einum heilum skipstúri; men kossurin er soleiðis, at frásøgumaðurin ongantíð angrar, at hann ongantíð kendi aðrar varrar – fyrr enn ”tann dagin” (s. 54, ovast). Hvør ”tann” dagurin var, verður ikki sagt beinleiðis, men í endanum á søguni vaknar hann ein dagin og kennir eina ísakalda hond á økslini. Tað er Deyðin sum nertir við hann, og sum vit fyrr hava hoyrt, er hann ein vakur maður, sum sær ungur út - kanska er tað tá, hann angrar, at hann ongantíð kendi aðrar varrar enn tær hjá konu síni Gretu.

 

Kritikkur móti brúkaramentanini

At kritisera brúkarasamfelagið og vørufetijsismuna var vanligt í 1970-árunum, tá ið brúkaramentanin hevði fingið fótin fyri seg, men hesin kritikkur er næstan avlagdur. Kanska tí, at vit síggja ikki tað, sum vit eru mitt í, og brúkaramentanin og vørusamfelagið eru meira einaráðandi nú enn í 1970-árunum.  Eitt tað mest varandi í marxistiskum mentanarkritikki er júst kritikkur av lutgeringini av teimum arbeiðandi og fremmandageringin av teimum yvir fyri tí, sum tey framleiða, og av framleiðsluviðurskiftunum, sum gera, at tað fremsta eyðkennið hjá einari og hvørjari framleiðslu er vørueyðkennið og ikki brúksvirðiseyðkennið.  

          Tvær yrkingar aftarlaga í bókini eru mentanarkritikkur, vendur móti brúkararmentanini. Samstundis eru tær sjálviróniskar; onnur við at herma soleiðis eftir brúkaraleiðbeiningini, sum hoyrir vøruforminum til: ”Ávaring: Hetta kann tykjast atfinnandi” (s. 62).  Framman fyri hina yrkingina er upplýst, eins og vanligt við mentanar- og listaframleiðslu, hvørji hava stuðlað. Men tað, sum brýtur regluna hesum viðvíkjandi er, at stuðulsveitararnir verða útspiltir:

 

”Hendan yrkingin er stuðlað av andstyggilium lýsingum, vamlisligari kommersialismu og spýggingarjinglum” (s. 63).

 

Ein søga um homofobi

Seinasta søgan, ”Ja. Enn ein morgun” er um ein lýsingarsølumann, sum hatar frígjørdan ungdóm og kallar hann reyðsokkar og bøssar; samstundis er hann hertikin av homoerotiskum fantasimyndum.

 

Dømisøgur um samtíðina

Summar av søgunum eru dømisøgur, onkrar hava dám av fantastikki; onkur er týðuliga samtíðarlýsing, haruppií ”Ja. Enn ein morgun”, sum lýsir eina tilvitsku, ið er innistongd í einum brúkarasamfelagi, har alt er vøra.

     Í øðrum søgum, haruppií tí fyrstu, ”Væna lív, sum mær er givið”, er ein kensla av samanhangi og eind millum alt livandi saman við vistfrøðiligum tilviti og romantiskari, men samstundis nútíðarligari náttúrufatan, sum t.d. tá fostur í móðurlívi er frásøgufólk og lýsir móður sína, har hon vassar út á sjógv og legst at svimja, við hesum skaldabornu orðum:

 

(Vatnmýlini førka seg fyri henni:
summi av teimum hava áður kent hana
sum regndropar og kavaflykrur:
tey kenna hana aftur
og heilsa vinarliga) s. 17

 

Hesi orðini eru ikki við í Vencili. The Absent Silver King er skrivað inn í føroyska bókmentasiðvenju. Bygdin, sum fyri 50 árum síðan var høvuðspallurin í føroyskum samfelagslýsandi søgum, er her umboðað av kritiskum dømisøgum, sum stiliserað, í myndburðum og sýmbolum vísa bygdarmentan og -siðvenjur sum merkingarleysar meinbogar. Bókin er eisini skrivað á vøkrum føroyskum bókmentamáli. Men við aðrari hondini loysir hon seg frá siðvenjuni við síni enskmæltu permu og fløgu.