29.01.2014
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Føroyskur-íslendskur fundur á Setrinum

Ráðleggingarfundur um samstarvið millum Fróðskaparsetrið og Háskóla Íslands.


Fundur um samstarvið millum Fróðskaparsetrið og Háskóla Íslands

Um vikuskiftið høvdu Íslandsnevndin á Fróðskaparsetri Føroya og Føroyanevndin í Háskóla Íslands fund á Føroyamálsdeildini. Íslendsku gestirnir komu til Føroya fríggjadagin og fundurin varð hildin leygardagin. Sunnudagin varð vitjað á nýggja granskarasetrinum Inova, har stjórin Janus Vang greiddi frá, og á Føroya Fornminnissavni. Mánamorgunin fóru gestinir aftur til Íslands.

Evnið á fundinum hjá Føroyanevndini í Háskóla Íslands og Íslandsnevndini á Setrinum leygardagin 25. januar var møguleikar og vegir í samstarvinum  frameftir.
 
Á fundinum vóru

Úr leiðslu Fróðskaparsetursins:
Sigurð í Jákupsstovu rektari; Malan Marnersdóttir dekanur ; Hans Pauli Joensen dekanur.
Úr Føroyanevnd Háskóla Íslands:
María Garðarsdóttir, formaður; Amalía Björnsdóttir; Auður Hauksdóttir; Logi Jónsson; Sif Einarsdóttir (fekk ikki komið, luttók á skype).
Úr Íslandsnevnd Fróðskaparsetursins:
Turið Sigurðardóttir, formaður; Annika Anthoniussen; Hildur við Høgadalsá (fyri Súsannu Mortensen); Anfinnur Johansen; Malan Marnersdóttir; Erla Olsen; Lena Reinert; Hans Andrias Sølvará.
 
Umrøðan var tvíliðað: Øðrumegin snúði hon seg um at víðka samstarvið millum universitetini við at taka nýggj økir upp. Hinumegin galt tað um at halda fram við og menna verandi samstarvsøkir.
 
Í seinastuni eru nevndirnar víðkaðar við limum úr ymiskum deildum við tí fyri stavni at gera samstarvið fjølbroyttari. Nevndirnar eru nú soleiðis mannaðar:

Føroyanevnd Háskóla Íslands:
Amalía Björnsdóttir, Menntavísindasvið/Megindeild fyri námsvísindi
Anna Sofía Hauksdóttir, afmagns- og tölvuverkfræðideild/Deild fyri ravmagns- og teldufrøði
Auður Hauksdótttir, Deild erlendra tungumála, bókmennta og málvísinda/Deild fyri fremmand mál, bókmentir og málvísindi
Guðmundur Björn Kristmundsson, Menntavísindasvið/Megindeild fyri námsvísindi
Guðrún Kristjánsdóttir, Hjúkrunarfræðideild/Sjúkrarøktarfrøðideild
Hjalti Hugason, uðfræði- og trúarbragðafræði/Deild fyri gudfrøði og átrúnaðarfrøði
Logi Jónsson, Lífeðlisfræðistofnun/Stovnur fyri lívalisfrøði
María Garðarsdóttir, Íslensku- og menningardeild/Deild fyri íslenskt mál og mentan
Pétur Dam Leifsson, Lagadeild/Løgfrøðideild
Sif Einarsdóttir, Félags- og mannvísindadeild/Samfelags- og mannfrøðideild

Íslandsnevnd Fróðskaparseturs Føroya:
Annika Anthoniussen, Námsvísindadeildin
Bogi Bech Jensen, Náttúruvísindadeildin
Anfinnur Johansen, Føroyamálsdeildin
Malan Marnersdóttir, dekanur
Súsanna Mortensen, Sjúkrarøktarfrøðideildin
Erla Olsen, Námsvísindadeildin
Lena Reinert, Føroyamálsdeildin
Kári á Rógvi, Søgu- og samfelagsvísindadeildin
Turið Sigurðardóttir, Føroyamálsdeildin
Hans Andrias Sølvará, Søgu- og samfelagsvísindadeildin

Víðkan av samstarvsøkjum


Tann beinleiðis tilelvingin til at umrøða víðkan av samstarvsøkjum var, at Fróðskaparsetrið og Háskóli  Íslands hava gjørt eitt uppískoyti til samstarvssáttmálan frá 17.04.2009. Í uppískoytinum, sum er undirskrivað 13.05.2013, eru sjey ávís økir/evnir lýst, sum miðast skal eftir at samstarvast um í tíðarskeiðinum 1.09.2013 – 31.08.2016. Økini/evnini eru:

  1. At menna ein frymil fyri, at studentar úr báðum londunum skulu kunna lesa ávikavist á Fróðskaparsetrinum og Háskóla Íslands í eina lestrarhálvu.
  2. At arbeiða saman um nám í orkuverkfrøði.
  3. At menna útbúgving og gransking um burðardygga menning.
  4. Framhaldandi menna samstarvið um útbúgvingarskipanina.
  5. At menna samstarvið um vegleiðaraútbúgving. 
  6. Framhaldandi at kanna møguleikarnar fyri felags gransking og útbúgving í sjóvarlívfrøði og havfrøði.
  7. At gera eitt yivrlit yvir økir í heilsufrøði og sjúkrarøktarfrøði, sum partarnir hava áhuga fyri og gagn av at samstarvast um.


Sigurð í Jákupsstovu rektari gav fyrst yvirskipaða frágreiðing  um punktini 1.-7.,  og harnæst greiddu avvarðandi nevndarlimir nærri frá einstøku  punktunum og støðuni innan teirra.  

Framhald av verandi samstarvi

Tað samstarvið, sum Føroyanevndin og Íslandsnevndin higartil hava miðlað, er tvørvísindaliga ráðstevnan Frændafundur og útgávan av ráðstevnuriti. Ráðstevnurnar hava verið átta, tann seinasta í august ’13  á Fróðskaparsetrinum, og higartil eru sjey ráðstevnurit útkomin. Á ráðstevnunum eru føroyskt og íslendskt ráðstevnumál, og harumframt er rúm er fyri øðrum norðurlandamálum og enskum. Ráðstevnuritini, sum komin eru, eru á føroyskum og íslendskum við enskum samandrátti. Tað er sostatt felt inn í samstarvið at menna og mýkja føroyskt og íslendskt sum yrkismál.

Niðurstøða

Umrøðan um samstarvsmøguleikar og –tørv var fjølbroytt, hugmyndarík og eldhugað.
Tað varð staðfest, at næsta ráðstevnan, Frændafundur 9, verður í Íslandi í 2016. Hon verður tvørvísindalig, og nevndirnar fara í næstum í felag at leggja ætlan um høvuðsevnir hennara.
Semja var um, at gott samstarv fer fram millum partarnar á fleiri økjum og at tað eigur at verða styrkt og víðkað. Nevndirnar settu sær fyri hvør sær at kanna møguleikarnar innan fyri ávís evnir og tosa síðan saman um ítøkiligar mannagongdir.