Eyðfinn Magnussen
29.02.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Føroyskur korallfiskiskapur heimskendur

Føroyskir fiskimenn oyðileggja tilvitað økir á leiðunum kring Føroyabanka. Hetta verður gjørt við, at ketur verða loraðar niður á botnin og síðani togaðar eftir botninum í millum tvey skip


Hetta kann lesast í einari enskt skrivaðari lærubók, sum vit nýta í lívfrøðisútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum, og sum eisini verður nýtt á universitetum kring allan heimin. Tí er kunnleikin hjá útlendingum um, hvussu vit føroyingar ávirka botnin við okkara fiskiskapi helst munandi størri, enn vit veruliga geva okkum far um.


Tjaksendingin í SVF
Í tjaksendingini eftir Dag og Viku mánakvøldið 26. februar var tjakast um evnið “Hóttar korallir”. Í sjónvarpsstovuna hevði verturin fingið Jan Sørensen, leiðara á BIOFAR og Viberg Sørensen, formann í Føroya Reiðarafelag. Útgangsstøðið í sendingin var nýútkomna frágreiðing hjá ST umhvørvisstovninum UNEP, “IN DEAD WATER. Merging of climate change with pollution, over-harvest, and infestations in the world’s fishing grounds”. Frágreiðingin umrøður havbotnin og teir týdningarmestu fiskastovnarnar í heiminum, og hvussu hesir verða ávirkaðir av fólki. Í frágreiðingini vísa teir á, at veðurlagsbroytingar hótta korallirnar um allan heimin, men siga samstundis, at fiskiskapur við botntroli er ein onnur stór hóttan í móti korallunum.

 

Føroyskar korallir ikki ókendar úti í heimi
Í sendingini segði Viberg Sørensen, at ST-fólkini, sum høvdu skrivað frágreiðingina, neyvan høvdu hoyrt um Føroyar. Men føroyskar korallir er tó valla so ókendar úti í heimi, sum Viberg Sørensen letur okkum vita.


Føroyskur trolfiskiskapur pensum í lívfrøðisútbúgvingum
Í lívfrøðisútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum hava vit eitt fak, sum eitur “Fiskalívfrøði”.
Umframt ta vanligu lívfrøðina hjá fiski, koma vit eisini inn á, hvussu fiskiskapur ávirkar fiskastovnar og hvussu botnurin verður ávirkaður av fiskireiðskapi. Lærubókin, sum vit nýta, eitur “Marine Fisheries Ecology”. Bókin er skrivað av trimum viðurkendum enskum vísindamonnum, og verður brúkt í undirvísingini í fiskalívfrøði á nógvum universitetum kring heimin, bæði í Norðurevropa og Norðuramerika.

 

Kapittul 14 viðger evnið “Impact on bentich communitees, habitats and coral reaf” (Ávirkanin á botnsamfeløg, búøkið og korallriv). Her verður víst á, at fiskimenn í summum førum miðvíst “rudda” botnin og beina burtur lutur, ið tarnar fiskiskapinum: Eitt hugtak, sum bókin speiskliga sigur, at fiskimenninir kalla “at gera botnin kláran”. Sum dømi um hetta, vísa teir á, hvussu gjørt hevur verið í Føroyum. Á blaðsíðu 277 í lærubókin verður sagt:

 

“Føroyskir fiskimenn oyðileggja tilvitað økir á leiðunum kring Føroyabanka, har stórur svampar vaksa á botnunum (ostabotnur). Hetta verður gjørt við, at ketur verða loraðar niður á botn og síðani togaðar eftir botninum í millum tvey skip. Tíbetur góvust fiskimenninir við hesum, tá vísindafólk vístu á, hvussu stóran týdning hesi økini høvdu sum uppvakstrarøki hjá smáum toski”.

 

Hesa søguna hoyra á hvørjum ári í hundraðvís av studentum kring heimin. Hóast tað í hesum føri er talan um ostabotn, sum verður oyðilagdur, so eiga vit ikki at kenna okkum alt ov trygg og halda, at vit kunnu liva og láta sum vit vilja við okkara korallrivum.

 

Øktur áhugi fyri korallum
Hesin seinru árini er tilvitanin um korallir munandi vaksin í millum fólk; eisini her í Føroyum. Korallirnar eru í stórari minking, og umheimurin heldur eisini eitt vakið eygað við, hvat ið fyriferst, eisini her í Føroyum. Hetta, hóast at vit sjálvi halda okkum vera lítlar og tí kunna krógva okkum her úti í Norðuratlantshavinum.

 

Hendan tilvitanin um korallir er tí helst eisini grundin til, at World Wildlife Fundation (WWF) í 2003 heitti á Føroyskar myndugleikarnar um at víðka um trolfría økið á Føroyabanka, so hetta bleiv flutt frá núverandi 200m dýpdarkurvuni, til eisini at fevna um økið niður av hellingin av Bankanum. Hetta hevði gjørt, at korallirnar kring Bankan vórðu vardar í móti troli. Í brævinum til Fiskimálaráðið vísti WWF á, at gjørdu vit hetta, so handlaðu vit eftir OSPAR sáttmálanum, sum Føroyar hava undirskrivað. Í hesum sáttmálanum binda Føroyar seg til at verja havumhvørvið móti skaðaárinum, sum kunnu standast av mannaávum.

 

Hesi bæði dømini vísa týðuliga, at umheimurin fylgir væl við hvussu korallirnar kring Føroyar verða ávirkaðar av okkara fiskiskapi, og eru tí ikki so duldar, sum Viberg Sørensen lat okkum vita í sjónvarpssendingini mánakvøldið.

 

Eyðfinn Magnussen
Biologur, Fróðskaparsetur Føroyar