University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Forvitnisligur fróðarfundur við Sigurjón Arason
03.06.2013
Náttúruvísindadeildin

Forvitnisligur fróðarfundur við Sigurjón Arason

Føroyavinurin, Sigurjón Arason frá Matís í Íslandi, vitjaði Fróðskaparsetur Føroya í samband við at Granskaraseturið, P/f iNOVA, varð alment tikið í nýtslu.


Fundur við Føroyavinin, Sigurjón Arason
Fundur við íslendingin og Føroyavinin – Sigurjón Arason frá Matís – varð hildin á Náttúruvísindadeildini, Nóatún 3, Tórshavn, fríggjadagin seinnapart tann 31. mai. Fundurin var fingin í lag í samband við at granskaraseturið, P/f iNOVA, alment varð tikið í nýtslu. Fundurin byrjaði við frálíkari framløgu og endaði við fjøltáttaðum fíggjar-, rannsóknar- og vinnukjaki. Sigurjón er tikin úr leikum sum frásøgumaður og hevur drúgvar royndir í vinnumenning og fiskivinnugransking. Siðurjón er fróðarmaður og greiddi hugtakandi og nágreiniliga frá samvinnuni millum Matís og Universitetið í Reykjavík øðrumegin og íslendsku fiskivinnuna hinumegin.

Matís fígging og endamál
Matís varð sett á stovn av íslendska ríkinum og verður lutvíst fíggjað av landbúnaðarmálaráðnum og fiskimálaráðnum. Herafturat fíggja fleiri ymiskir íslendskir og útlendskir grunnar virksemið á stovninum. Matís hevur fleiri deildir kring landið. Endamálið við Matís, er at vaksa um kappingarførleikan hjá íslendskari matvøruframleiðslu, tryggja sunnan og góðan mat, borga fyri høgum granskingar- og menningarstøði, standa fyri samarbeiðsverkætlanum innanlands eins og uttanlands, og loksins verða bindilið millum fróðskaparsetur og matvøruvinnur.


Granskingarevni
Matís hevur fleiri og umfatandi virkisøki, eitt nú matvørugransking, virðisøking av restrávørum, lívtøkni ella bioteknologi, veiðutøkni, havgransking, marknaðargransking, framkomnan vøruflutning eitt nú í sergjørdum bjálvingarkassum, ritbúnaður ella software, fiskaaling og processering. Fleiri menningarverkætlanir eru innan matvørutilfar ella føði-ingrediensar, matvøruískoyti ella supplementevni, heiliráðsúrdráttir, vakurleikasmyrsl ella cosmetikk. Granskingin verður miðlað í rapportum og vísindagreinum, sum verða kunngjørdar í javnlíkaskilmettum altjóðað tíðarritum.

Gransking er fíggjarliga týðandi
Virðismikla granskingarvirksemið, nýhugsanin og nýskapanin á Matís er ein íløga, ið hevur økt munandi um útflutningsvirðið á siðvandum eins og brandnýggjum íslendskum vørum. Í Íslandi verður gransking og menning ikki mett sum ein virðisleys útreiðsla, men harafturímóti sum ein íløga, ið gevur fleirfaldaðan fíggjarligan ávøkst.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum