University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Forvitnisligur mentanararvur verður talgildur
21.06.2017
Føroyamálsdeildin

Forvitnisligur mentanararvur verður talgildur

Føroyamálsdeildin hevur gjørt søguliga avtalu við SavnsGull


Á Føroyamálsdeildini eru uml. 2500 ljóðbond á goymslu. Á flestu bondunum eru gamlar upptøkur við føroyingum, sum kvøða, syngja ella siga frá. Frásagnirnar eru um staðanøvn, trúgv, siðir o.s.fr. Mortan Nolsøe (1924-87), professari,  hevði nógv av bondunum við sær,  tá hann kom á Føroyamálsdeildina at arbeiða í 1973. Tað var byrjanin.  Síðani kom ein rúgva av bondum afturat umframt upptøkur frá Dansk Folkemindesamling.

Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at fáa bondini talgild, bæði fyri at varðveita tey, og fyri at tey skulu hóska til nútíðarinnar tørv. Fleiri bond eru talgild síðan 2007, men umstøðurnar á Føroyamálsdeildini eru ikki góðar til slíkt arbeiði. Tí hevur Føroyamálsdeildin gjørt avtalu við SavnsGull um at fáa bondini talgild. Við avtaluni fer talgildanin at ganga skjótari. Samstundis er ætlanin so hvørt at gera talgildu upptøkurnar atkomuligar á einari heimasíðu, sum eftir ætlan verður klár til heystar.

Mangt forvitnisligt er á gomlu bondunum, og tað mesta hevur ivaleyst almennan áhuga. Í einstøkum førum hava heimildarfólk ella innsavnarar lagt treytir við, sum mugu virðast, og fyri slíkar upptøkur verða serligar reglur gjørdar.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025